Føroyar royna at fáa limaskap

Spurningurin um føroyskan limaskap í IOC, sum er altjóða olympiska nevndin, er reistur nakrar ferðir. Kaj Leo Johannesen, løgmaður, er eisini verji hjá ítróttinum, og ÍSF hava áður roynt at fingið limaskap.
Løgmaður og ÍSF hava lagt eina ætlan fyri, hvussu Føroyar kunnu nærkast teimum, sum hava týdning í felagsskapinum. Føroyar hava fyrr søkt um limaskap í IOC, men tað var áðrenn at reglarnar vóru broyttar fyri, hvørji lond kunnu gerast limir. Avgerandi kravið er, at londini eru sjálvstøðug.
Danski forsætismálaráðharrin hevur fyrr skrivað eitt bræv til IOC, har hann vegna donsku stjórnina stuðlar og mælir til, at Føroyar fáa limaskap í IOC, men fyribils uttan úrslit.