Føroyar seta dám á Hannover

Í Hannover eru tey nú greið yvir, at Føroyar kemur á vitjan. Kring allan býin hanga stórar plakatir við boðum um, at Týskland og Føroyar bresta saman á AWD-Leikvøllinum í annaðkvøld.

 

Maðurin á myndini er framherjin, Mario Gomez, sum tó ikki er við í hópinum. Hann er saman við Bastian Schweinsteiger eftir í Bayern Munchen, har teir báðir sita skaddir.

 

Einasti leikarin, sum var við móti Føroyum í Hannover í 2002, og sum er við hesa ferð er Miroslav Klose. Vit hava tríggjar í Jákupi Mikkelsen, Fróða Benjaminsen og Hjalgrími Elttør.

 

Tann dystin hava vit so vunnið 3-1!