Lars Olsen tók í morgun 20 spælarar út til fyrsta landsliðshópin í ár.
Hesir 20 skulu spæla ársins fyrstu landsdystir, sum verða 23. mars móti Malta og 26. mars móti Rumenia, báðir á útivølli.
Føroyska landsliðið skal spæla 10 landsdystir í ár, allir í EM-undankappingini. Føroyar eru í bólki saman við Malta, Rumenia, Svøríki, Noregi og Spania.
Teir 10 dystirnir verða spældir í fimm dupultumførum frá mars til novembur, og tað fyrsta er altso 23. og 26. mars.
Næsta dupultumfarið verður í juni, tá Føroyar skulu spæla tveir heimadystir. Tann fyrri er 7. juni móti Spania og tann seinni 10. juni móti Noregi.
Fyrst í septembur skulu Føroyar spæla móti Svøríki á heimavølli, 5. septembur, og á útivølli móti Spania, 8. septembur.
Í oktobur eru aftur tveir heimadystir á skránni. 12. oktobur spæla Føroyar móti Rumenia og 15. oktobur móti Malta.
Landsliðsárið endar so við tveimum útidystum móti norðurlendsku grannatjóðunum. Tann fyrri móti Noregi 15. novembur og tann seinni móti Svøríki 18. novembur.
U21-landsliðið skal spæla fimm landsdystir í ár. Tann fyrsti verður á heimavølli móti Kasakstan í juni, síðani á útivølli móti Montenegro og Makedona og heima móti Ísrael í oktobur, áðrenn seinasta dystin á heimavølli móti Makedonia í novembur.