Føroyar sum framkomið kunningarsamfelag

FarIce kaðalin og útbreiðslan av breiðbandi letur dyrnar upp fyri nýggjari vinnu, arbeiðsplássum og inntøkumøguleikum. Tað snýr seg um at tora at taka avbjóðingina, sigur Andras Róin, stóri á Føroya Tele, ið saknar eitt hægri ambitiónsniveau frá almennari og politiskari síðu.

Við FarIce kaðalinum, ið ofta er lýstur sum samskiftismotorvegurin til umheimin, hvarv fløskuhálsurin, ið hevur forðað Føroyum í at gerast eitt breiðbandssamfelag. Eitt samfelag, har skjótt og fast internetsamband er ein møguleiki hjá teimum flestu, og har internetið tískil kann gerast ein munadygt amboð í gerandisdegnum.
- FarIce er sjálv fortreytin fyri hesum, undirstrikar Andras Róin, nú Føroya Tele av álvara hevur sett ferð á kunningarsamfelagið.
Í september í fjør stongdi Føroya Tele fyri heita vatninum, tá 300 privatir ADSL-kundar fyltu samskiftisvegin við útheimin. Men síðan skrúvað var frá aftur fríggjadagin í farnu viku eru yvir 200 breiðbandsføroyingar komnir afturat.
Og so skjótt skift varð frá gamla Cantat kaðalinum til nýggja FarIce kaðalin øktist ferðslan við 50 prosentum.
- Hetta vísir, at tað hevur verið ein tørvur til staðar, ið vit ikki hava verið før fyri at nøkta, staðfestir Andras Róin.

Meira ferð
Og stjórin á Føroya Tele er sannførdur um, at tørvurin fer støðugt at økjast enn meira. Tí møguleikarnir eru nógvir við nýggju samskiftisleiðini.
Tí hevur ein av fremstu raðfestingum hjá almennu telefyritøkuni seinnu árini verið at útbyggja kervið innanlands í Føroyum, so vit ikki fingu nýggjar fløskuhálsar her. Árligu íløgurnar til at fyrireika Føroyar til breiðbandssamfelagið hava seinastu árini verið 20 milliónir krónur, og síggjast aftur í fibrum, t.e. kaðalar til skjótt internet, til fleiri av størru plássunum. Men framvegis mangla Sandoyggin og Suðuroyggin, so eisini komandi árini fara at krevja stórar íløgur.
Afturat kemur so kostnaðurin av sjálvum FarIce kaðalinum, harav Føroya Tele ber fimtingin, ið er 80 milliónir krónur. Føroya Tele hevur sett 20 milliónir í partapeningi í felagið, meðan restin er veðhald.
- Føroya Tele er í dag væl fyri, og tí kunnu vit gera hesar íløgur, sigur Andras Róin og reisir samtíðis spurningin, hvørt fyritøkan hevur ráð til at lata vera.
Fyri 10 árum síðani var skuldin hjá Føroya Tele tríggjar ferðir nettosøluna, meðan hon í dag er hálva ferð nettosøluna. Í 2002 var yvirskotið góðar 53 milliónir, og roknskapurin fyri í fjør, sum verður lagdur fram í næstu viku, vísir eisini góð tøl, hóast yvirskotið er tødnað nakað.

Breiðbands boom
Andras Róin vísir á, at seinastu trý árini er internet-økið sum heild stagnerað, sølan er ikki økt, og inntøkurnar hava ikki verið fleiri.
Orsøkin skal finnast í manglandi breiðbandinum, sigur stjórin á Føroya Tele, og vísir á ein mettaðan marknað fyri gamla, uppringda sambandinum.
- Tað er eingin loyna, at vit vænta okkum sera nógv av hesum virkisøki í framtíðini, staðfestir Andras Róin.
Nýggju møguleikarnir við skjótum og stabilum breiðbandi opnar eitt nú dyrnar fyri at fólk kunnu arbeiða heimanifrá. Og ikki minst kunnu fólk sita í Føroyum og arbeiða fyri fyritøkur uttanlands, eins og fólk kann sita uttanlands og gera uppgávur fyri føroyskar fyritøkur.
Og tað er millum annað her, stjórin á Føroya Tele sær stóra perspektivið.
- Nú hava vit eitt skjótt, trygt og at kalla óavmarkað internetsamband, umframt at vit hava gamla Cantat-kaðalin sum backup. Hetta gevur stabilitet, ið er fortreytin fyri at vit kunnu bjóða okkum fram at loysa uppgávur umvegis internetið, sigur Andras Róin.
Eisini sær hann stóran møguleikar fyri einum heilt nýggjum virkisøki, tað sonevnda "hosting". Í stuttum merkir hetta, at stór feløg kunnu leggja sínar servarar, ambætarar, í Føroyum. Tað veri seg bankar, veddingarfyritøkur osv. Inntøkurnar av hesum kunnu vera leigan av "hotell-plássi", tænastugjøld, rakstur og viðlíkahald. Onnur inntøkukelda eru stóru heimasíðurnar, portalarnir, ið jú liggja onkunstaðni, og sum skulu haldast við líka.
- Her er avgjørt eitt stórt potentiale, sigur Andras Róin og leggur afturat, at Føroya Tele longu hevur merkt áhugan uttanifrá.
Í nýggja høvuðssætinum hjá fyritøkuni í Hoyvík er hædd tikin fyri hesum inntøkumøguleika.

Mangla ambitiónir
Stjórin á Føroya Tele vísir á fleiri styrkir, ið gera føroyingar væl fyri í kappingini við útlendingar, og sum eisini kann vera við til at draga fyritøkur til okkara.
- Føroyar eru eitt lítið samfelag, har stutt er millum ymsu liðini, og her eru nógv vælútbúgvið fólk.
Men avgjørt eru eisini veikleikar, ið seta okkum aftur í kappingini, metir Andras Róin. Hann nevnir fíggjarligu møguleikarnar, ið eru avmarkaðir, og eisini manglandi virðisbrævamarknaðurin, ið ger tað trupult at reisa kapital í Føroyum.
- Eisini er nakað, sum tíðir uppá, at vit mangla politiska tiltrúgv. Hóast hetta økið kemur á prent í samgonguskjølum, so hendir lítið meira, vísir Andras Róin á.
Stjórin á Føroya Tele saknar stutt og greitt eitt hægri ambitiónsniveau.
- Innan kunningartøknina eru Føroyar avgjørt kappingarførar. Vit hava førleikan, eru fleksibul og við nýggja samskiftiskaðalinum eru fløskuhálsarnir burtur.
- Men karmarnir fyri hetta virkisøki mugu vera í lagi, sigur Andras Róin
Hann nevnir onnur lond, eitt nú Danmark, ið nýta milliardir av krónum til at granska og menna kunningartøknina. Men í Føroyum knípir sum nevnt við ambitiónsniveaunum.

Konvergens
Ofta verður nevnt, at sum frá líður fara teldan, sjónvarpið, telefonin og annað við at smelta saman til eitt felags, integrerað amboð í gerandisdegnum. Tey konvergera.
Andras Róin sær fyri sær breiðbandsflatskermin við touch-pad á køksborðinum, har familjan kann lesa bløðini, hoyra útvarp og síggja sjónvarp, senda og móttaka teldupostar og ?myndir, og annars gera síni ørindi.
- Tað er greitt, at nýggju møguleikarnir fara at skapa ein tørv, sigur Andras Róin avgjørdur.

Mugu menna
Tíðum eru atfinningarsamar røddir, ið føra fram, at uppgávan hjá Føroya Tele er at geva føroyingum so bíligt telefonsamband sum gjørligt, og at fyritøkan skal halda seg langt frá øðrum virkisøkjum.
Ikki óvæntað er stjórin á Føroya Tele grundleggjandi ósamdur í hesum sjónarmiði.
- Eg vil heldur siga tað soleiðis, at skulu vit varðveita lága kostnaðin, so mugu vit fáa aðrar inntøkur, ið kunnu kompensera fyri traditionellu inntøkurnar, ið sum frálíður fara at hvørva, sigur Andras Róin og sipar til støðugt bíligari telefongjaldið.
Komið verður inn á Televarpið, ið liggur uttan fyri traditionella virkisøkið hjá Føroya Tele, men sum fyritøkan hevur valt at seta nógvar pengar í.
- Televarpið er ein spennandi ætlan, ið vit avgjørt rokna sum eina inntøkukeldu, bæði í Føroyum, men ikki minst uttanlands.
Við tí seinasta sipar Andras Róin til, at Føroya Tele hevur undirskrivað fyrsta sáttmálan um at selja Televarpið sum konsept. Ein sáttmáli, ið hevur virði av umleið einari millión krónum.
- Her hava vit eina vitan, eitt konsept, ið kann seljast nógvar ferðir. Sama ger seg galdandi fyri alla kunningartøkni. Tú kanst selja vitanina nógvar ferðir. Tað er grundleggjandi munurin á hesi vinnu, samanborið við traditionella vinnur, sigur Andras Róin.