Føroyar í týska sjónvarpinum

-Føroyar í týsku sjónvarpstíðindunum og ferðamannagreinar í hesum døgum.

Klokkan sjey um kvøldi sendir týska alemna sjónvarpið tíðindi. Ein av søgunum í gjárakvøldið var um týska landsliðið í Tórshavn og um dystin á Tórsvølli. Fyrst kom ein ítrottartíðindakvinna og gjørdi ein úrskur um útlitini, og um tysku metingarnar av dystinum í dag. Hon metti framman fyri milliónum av týskum hyggjarum, at týskarnir ikki høvdu so nógv at bjóða uppá fyri tíðina. Síðani komu myndir úr Føroyum, har speakarin segði, at tað eru 17 oyggjar í Føroyum (!). Síðani komu myndir úr Vágum, har eitt Lufthansa, haldi eg tað var, flogfar lendi við fótbóltsliðinum. Veðrið sá ikki serligani fýsligt út, so speakarin helt fyri meðan vit sóu spælarnar berja seg gjøgnum vind og regn, at soleiðis var føroyska summarveðrið. Næsta myndin var av Rudi Völler í Vága Lufthavn og seinni á tíðindafundi, har bakgrundin sá farlig út ? líktist gomlum gardinum frá áttatíárunum. Innslagið var ikki so langt, men har var nógv við. Lætt var at síggja at hesir journalistarnir duga at fáa alt við. Vit sóu tvey føroyskar spælarar John Petersen, ið sat í eini skúlastovu og lærdi frá sær og eg haldi tað var Hjalgrím Elltør til arbeiðis í einum handli, meðan speakarin helt fyri at føroysku amatørarnir arbeiddu sum t.d. lærarar og í handlum. Eftir tað sóu vit Tórsvøll og Landsliðið, ið vandi. At enda kom ein regnvát mynd av Gjógv.
Tað var týðuligt at í Týsklandi eru Føroyar ótrúligani lítlar og eksotiskar, ein lítil gloymd oyggj í Norðuratlantshavi, í sama bólki sum Azorurnar. Eg haldi at innslagið ikki tók nakað modernað við, ella royndi at skilja økið sum so. Í kvøld senda teir tó undan dystinum eina sending, ið er ein hálvan tíma um Føroyar. Tá verður hetta vónandi sett í rætt lag.
Eg rokni ikki við at føroyingar veruligani duga at ímynda sær hvussu nógvar milliónir fólk, júst eftir náttverða hyggja eftir hesi rásini og júst eftir tíðindasendingini klokkan sjey. Hetta er hin týska Dagur og Vika. Hetta er tí eitt ótrúligt høvi hjá føroyingum at fáa sett landið á kortið, sum annað enn ein ?Seyðaoyggj? og landið, ið drepur grind enn, ið tey ongantíð koma at góðtaka ella at skilja.

Die Zeit der Langen tage - Hetta er tíðin við teim longu døgunum
Betur stóð til í blaðnum: ?Sonntag Aktuell?, sum í gjár hevði eina stóra ferðamannagrein í litum við fimm stórum myndum úr Føroyum kallað ?Die Zeit der Langen Tage?. Myndir eru av kirkjuni í Sandavági, av Vágsbotni í Havn, av einum gomlum føroyskum húsi og av grindadrápi. Greinin byrjar á Eiði har høvundin Heidrun Keyser undrar seg yvir, at tað er ljóst á midnátt í Føroyum. Har er seyður, ið etur græs og oman av bakkanum eru fleiri hundrað metrar. Hon er hugtikin av Risanum og Kellingini, av látrum og av grindadrápinum í landinum. Hon fær alt við frá ð´inum, flagginum, Heimastýrislógini. Hon kom eisini við til grindadráp í Vágum, har 36 hvalir løgdu beinini. Her er greinin serliga ógvuslig, har er t.d. ein mamma við barnavogni, ið koyrdi á kejuni gjøgnum blóð og grindatarmar. Høvundin skilir ikki, at alt er so friðarligt, at tey í Føroyum ikki vita at slíkt er ikki loyvt, skuldu tey fylgt umhvørvisvendarfeløgum kring heimin. Hon góðtekur at enda at hetta hoyrir til føroyska mentan, eins og føroysk klæði, føroyski dansurin, málið og so framvegis. Hon heldur á við at skriva um føroyskan samleika út frá bóklingi, ið 1HHA við Handilskúlan í Eysturoy hevur skriva, ið hon fann í lummanum á setrinum í flúgvarinum. Eg haldi ikki at hasin bóklingurin er annað enn ein stór kliché og ein vittigheit, kanska meiri misvísandi enn rættleiðandi fyri ferðafólk.
Samanumtikið er hetta ein toluliga góð allround grein um Føroyar. Heidrun Kayser er opin og hevur ferðast nógv í Føroyum, hon skrivar t.d. eisini um Kirkjubø, Gøtu, Gjógv og um at ganga langar túrar í Føroyum, serliga í regni.
Í greinini er eisini eitt kort yvir Norðuratlantshav og av Føroyum, í mun til týska sjónvarpið so vita hesi at tað eru 18 oyggjar í Føroyum. Í greinini er ein info-boks við data um Smyril Line, Atlantic Airways. Vegurlag um summari og um veturin, um Ólavsøka, Listastevnuna og hópin av internetadressum á øllum stovnum ið skipa fyri ferðum til Føroya. Hetta er ein ótrúliga góð lýsing fyri Føroyar sum ferðamannaland, sum okkurt eksotiskt fyri tey ið er troytt at Bali, Grikkalandi, sól og hita, men vilja uppliva eina náttúru, ið ger Føroyar til eitt ?Kultziel für Naturliebhaber?, t.v.s. eitt kultstað fyri náttúruelskarar.