Ísland fór avstað við samlaða sigrinum í svimjilandsdystinum móti Føroyum, sum var í Íslandi um vikuskiftið. Støðan gjørdist 106 72 til vertirnar.
Pál Joensen gjørdi sítt og vann tær tríggjar einstaklingakappingarnar, sum hann kundi luttaka í. Tað kom illa við, at 8x 50 frí stafettin varð kolldømt, skrivar svimjing.com.
Á 400 metrum frí vísti Óli Mortensen eisini styrki, tá hann kom á mál bara eitt hálvt sekund aftaná Pál Joensen.
Úrslitini frá kappingini kunnu síggjast HER