Føroyar taptu í Ukraina

Úrslitið í Kiev var 25 – 21, og nú fara føroyingarnir at fyrireika seg til fríggjakvøldið at spæla í Tjekkia

Føroyska hondbóltslandsliðið hjá monnum er í hesum døgum á rundferð í undankapping í Europa.

Fyrsti dysturin var seinnapartin í ukrainska høvuðsstaðnum Kiev. Heimaliðið vann 25 – 21 eftir at hálvleiksstøðan var 15 – 13.

Heimaliðið var støðugt omaná, men munurin var ongantíð meiri enn fýra mál. Tíðliga í seinna hálvleiki høvdu føroyingar besta tíðarskeiðið. Tá var støðan 17 – 17, og Føroyar høvdu møguleika at leggja seg á odda, men tað eydnaðist ikki, og so var talan um føroyska mótbrekku, og føroyska liðið svaraði ikki aftur fyrr enn tað minkaði um munin til 21 - 18.

Føroyska liðið hekk eitt sindur við høvdinum eftir síðsta bríksl. Máltalvan vísti 25 – 21. At føroyingarnir vóru vónbrotnir eftir tap við fýra málum ímóti Ukraina boðar frá, hvørjar ambitiónirnar eru, og hvat føroyska liðið heldur, at tað býr í føroysku spælarunum.

At Ukraina skoraði tíggju mál í seinna hálvleiki er staðfesting av, at verjuspælið var heilt gott. At tað í seinna hálvleiki bara eydnaðist at skora átta mál boðar frá, at tað gekk minni væl í álopspartinum.

Hóast tapið er úrslitið staðfesting av, at føroyskur manshondbóltur ikki smæðist burtur í undankappingum.

Dysturin í Ukraina var tann fyrsti av trimum í hesum umfarinum. Fríggjakvøldið verður dystur í Tjekkia, og sunnudagin verður dystur á heimavølli ímóti Ukraina.

Føroyskir málskjúttar: Føroysku málskjúttarnir: Jónas G. Djurhuus 4, Peter Krogh 4, Helgi H. Hoydal 3, Hákun á Teigum 3, Kjartan Johansen 3 (1), Filip Jojic 2, Allan Norðberg 1, Vilhelm Poulsen 1, Rói Berg Hansen 1