Føroyar til próvtøku í ST um rættindi hjá kvinnum

KVINNURÆTTINDI nú skal ST aftur hava eina frágreiðing frá Føroyum um, hvussu vit virða rættindi hjá kvinnum

Nú í vár skulu føroyingar enn einaferð lata ST eina frágreiðingar um, hvussu kvinnurættindini verða vird í Føroyum.
Hetta er tað, tey nevna CEDAW frágreiðingin.
Í hesum døgum sita sostatt umboð fyri landsstýrið og orða eina frágreiðing um støðuna.
Í hesum sambandi kallaði Amnesty International í Føroyum, landsstýrið og ymsar felagsskapir við áhuga í kvinnurættindum, á fund herfyri at tosa um føroyska íkastið til ST í hesum sambandi.
Landsstýrið skrivar eina almenna frágreiðing og tað verður ein tvørfakligur bólkur við umboðum úr fleiri ráðum í landsstýrinum, sum skrivar hana, í fyrstu syftu verður talan um umboð fyri løgmansskrivstovuna, Almannamálaráðið og Vinnumálaráðið.
Tað verður Durita L. Jóansdóttir frá Uttanríkistænastuni, sum samskipar arbeiðið.

Fáa viðmerkingar
Tað er væl hugsandi, at allir felagsskapir, sum hava áhuga í kvinnurættindum, ikki eru eru samd við almennu frágreiðingini.
- Vit kunnu ikki skriva eina almenna frágreiðing, sum stríðir ímóti førda politikkinum hjá landsstýrinum, sigur Durita L. Jóansdóttir.
Men áhugabólkar fáa høvi at koma til orðanna.
Tá ið almenna frágreiðingin er liðug, verður hon sostatt send til hoyringar hjá ymsum felagsskapum.
Tískil fáa áhugafelagsskapir høvi at gera sínar viðmerkingar til frágreiðingina, og so metir landsstýrið um tað ber til at taka viðmerkingarnar við.
Men áhugabólkar hava harafturat eisini høvi til at lata sína egnu frágreiðing inn, eina skuggafrágreiðing, sum tey nevna tað.

15 síður
Almenna frágreiðingin skal ikki vera meiri enn einar 15 síður, tí nógv lond eru limir í ST og er ongin avmarking, er vandi fyri, at tey drukna í pappírum.
Almenna frágreiðingin, og skuggafrágreiðingin, skulu latast inn í vár og seinni í heyst skulu so umboð fyri landsstýrið standa skúlarætt fyri ST, har tey skulu greiða frá og fáa spurningar.
Men tað verður gjørt skjótt av, tí próvtøkan varar ikki longri enn ein ella tveir minuttir.
Hetta er triðju ferð, at føroyingar lata inn frágreiðing til ST. Fyrstu ferð var í 2004 og aðru ferð í 2008 og nú í mai skal tann triðja latast inn.
Samstundis vóru í hoyringum um kvinnurættindi í 2006 og í 2009.
Í hesum sambandi fyri føroyingar átalu frá ST, tí tilfarið í frágreiðingini um støðuna í Føroyum var ov lítið í vavi, og at onki íkast var úr Føroyum frá kvinnufeløgum og øðrum óheftum áhugabólkum.

LES EISINI GREININA: Yvir 600 kvinnur bóðu um hjálp

LES EISINI GREININA: Fleiri biðja um hjálp

LES EISINI GREININA: Tað skal vera ólógligt at forfylgja fólki í Føroyum

LES EISINI GREININA:Kvinnur skulu gjalda fyri tað, sum menn fáa ókeypis