Á ráðharrafundi í Kiruna í dag hava limalondini í Arktiska Ráðnum undirskrivað samstarvsavtalu um oljutilbúgving, Arctic Marine Oil Pollution Preparedness and Response, sum avtalan nevnist.
- Endamálið við avtaluni er at styrkja um samstarv og veita sínámillum hjálp innan oljutilbúgving, sigur Løgmansskrivstovan í tíðindaskrivi í dag.
Raka vanlukkur, binda londini seg til at hjálpa hvørjum øðrum ímóti gjaldi og eftir førimuni.
Harumframt binda londini seg til at taka burtur umsitingarligar forðingar í samband við flutning av útgerð og fólki ímillum londini. ?
Løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen, staðfestir, at økta virksemi í arktiska sjóøkinum økir um vandan fyri vanlukkum og oljudálking.
- Oljudálking kann fáa vanlukkuligar avleiðingar fyri vistfrøðiligu skipanirnar í havinum. Sum støðan er, eru Føroyar ikki førar fyri at basa einari umfatandi oljudálking sjálvar, og tí kann gerast neyðugt at biðja sær hjálp úr grannalondunum, sigur hann.
Hetta er aðru ferð, Arktiska Ráðið, har Føroyar er ein sáttmálapartur, samtykkir eina bindandi avtalu.
Hin fyrra, samstarvsavtalan um leiting og bjarging, SAR-avtalan, varð í Nuuk í 2011.