LANDSDYSTUR
Millum teir 5.987 áskoðararnar á Tórsvølli leygardagin, vóru eisini umboð fyri skotska landsliðið. Teir sóu eitt føroyskt lið, sum legði eitt tað besta avrikið eftir seg nakrantíð. Og tað vakti undran millum týdningarmiklu menninar úr Skotlandi.
Andy Watson er ein av hjálparvenjarunum hjá Alex McLeish, landsliðsvenjara. Hann var á Tórsvølli og hugdi at dystinum. Vit hava tosað við skotskan journalist frá Daily Record, sum eftir dystin hevur havt samband við Andy Watson, og hesin visti at siga, at hjálparvenjarin var ovfarin av føroyska spælinum.
- Føroyska liðið spældi ein framúr góðan dyst, og við tí avrikinum, teir vístu leygardagin, skulu vit vera sera fegnir við at vinna 1-0, hevur Andy Watson sagt.
Hann rósti liðavrikinum frá føroyingum, sum hann helt vera framúr gott, men nevndi síðani Rógva Jacobsen, sum hann helt vera serstakliga góðan.
- Rógvi Jacobsen er ein sera góður spælari, sigur Andy Watson, og nevndi hann sum ein leikara, ið skotska verjan eigur at ansa sera væl eftir.
Skotski hjálparvenjarin nevndi eisini vøllin á Svangaskarði, sum hann ikki metir skal vera nakar trupulleiki
- Tað ein góður vøllur, sum er smalur og tað eingin trupulleiki hjá okkum, hevur hann sagt.
Hetta er tað beint øvugta av tí, sum Berti Vogts, táverandi landsliðsvenjari, segði í 2002. Hann fanst hvassliga at vøllinum, men nú sær út til, at skotar ætla at venda fokus á sjálvan dystin, og ikki kringumstøðurnar annars, sum ikki kunnu broytast í eini handavending kortini.