Føroyar varðveita 107. pláss

Fifa styrkilistin dagførdur í gjár

Fifa styrkilistin varð dagførdur og almannakunngjørdur í gjár, og tað er greitt, at Føroyar varðveita sítt pláss sum nummar 107 á listanum.

Næsta kappingin,ið A-landsliðið fer undir, er HM undankappingin, og mótstøða okkara í bólki F er ikki at forsmáa.

Danmark, sum hevur staðið seg væl í bólki 2 í kapping A í Nations League, liggur á 12. plássi á nýggja styrkilistanum. Danmark endaði á 2. plássi í bólki 2 í Nations League við 10 stigum - sama stigatal og Ongland. Men av tí at Danmark hevði betri innanhýsis úrslit móti Onglandi, fekk Danmark 2. pláss í bólkinum.

Eysturríki, sum spældi í B kappingini til Nations League, vann sín bólk við trimum 13 stigum móti Norra, Rumenia og Norðurírlandi, og Eysturríki liggur í løtuni á 23. plássi á styrkilistanum.

Skotland og Ísrael vóru bæði í bólki 2. í B kappingini í Nationsl League og endaðu á ávíkavist 2. og 3. plássi. Skotland liggur í løtuni á 48. plássi á Fifa listanum, meðan Ísrael er á 87. plássi.

Moldova endaði á aftasta plássi í sínum bólki í C kappingini í Nations League, og er tað liðið í okkara undankappingabólki, ið liggur aftast í nýggja styrkilistanum - á 177. plássi.