Føroyingafelagið í Reykjavík

Tá ið vit fyrr í ár vitjaðu føroyska sjómansheimið í Reykjavík Ørkina, greiddi formaðurin í Føroyingafelagnum Marianna Dam Vang eitt sindur frá um felagið og annars um føroyskt felagsvirksemi í Íslandi. Marianna er ættað úr Leirvík og hevur meira og minni búð í Íslandi síðan 1991. Marianna hevur arbeitt á Ørkini, men nú arbeiðir hon á einum posthúsi, men hevur framvegis Ørkina sum eitt annað heim. Hon gjørdist formaður í fjør, tá ið hon avloysti Elin Svarrer Wang.

Felagið varð stovnað 15.5. 1943, og tað hevur verið virkið alla tíðina burtursæð frá nøkrum fáum árum eftir kríggið. Hildið verður, at hetta er elsta framvegis virkandi føroyingafelag.

Felagið hevur sum endamál at savna føroyingar í Íslandi, og hetta verður gjørt við fundum og samkomum upp til fýra ferðir árliga. Eitt av tiltøkunum er at taka upp jólaheilsur, sum verða sendar í útvarpinum heima.

Limatalið er 275, men miðalaldurin er høgur, 55-60 ár. Tað eru ikki bert føroyimgar sum eru limir. Limir eru eisini íslendingar, sum føla seg at hava eitt serligt tilknýti til Føroyar, men saknur er í teimum ungu føroyingunum.

Eitt virksemi hjá felagnum er at skipa fyri skúla í føroyskum máli fyri børnum hjá føroyingum, og hetta verður stuðlað úr Føroyum. Talið av barnafamiljum er tó minkandi, og næmingatalið er lækkað úr 17 í 8 eftir nøkrum árum.

Tað er eitt sindur ógreitt, hvussu nógvir føroyingar, ið eru í Íslandi. Hildið verður, at teir eru einir 500 reinir føroyingar. Men tað eru kanska einir 10 ferðir so nógvir sum kenna seg sum føroyingar, tí teir hava føroyskar forfedrar ella hava okkurt serligt tilknýti til Føroyar.

Undir øllum umstøðum njóta føroyingar eina serliga vælvild í Íslandi. Teir verða mestum mettur sum ”lítlubeiggjar” og eitt slag av landsmonnum.

Tí vóru eisini givin tey ráð til føroyingar sum koma til Íslands, at duga teir ikki íslendskt, skullu teir heldur tosa føroyskt enn enskt, sum teir kanska vildi skilt betri. Tann, sum tosar enskt, verður beinanvegin viðfarin sum ein útlendingur, men tað verður tann, sum tosar føroyskt, ikki. Royndirnar vísa eisini, at føroyingar og íslendingar kunnu væl samskifta á sínum málum, um teir tala sakta.

Tað verður skipað fyri ymiskum tiltøkum, sum seta Føroyar á breddan. Eitt slíkt tiltak er kappróður sjómannadagin, sum er fyrsta vikuskifti í juni. Hetta hevur rættiliga skapt áhuga fyri kappróðri í Íslandi, og teir keypa nú eisini frá hond kappróðrarbátar úr Føroyum.

Her kann eisini verða nevnt, at ein tann størsta stevnan í Íslandi eru føroysku dagarnir í Ólavsvík. Hetta byrjaðu sum eitt føroyskt tiltak, men er nú meira og meira yvirtikið av íslendingum, hóast tað framvegis verður fyriskipað av føroyingum.

Tað eru eisini nógv tiltøk fyriskipað í samband við at føroyingar koma til Íslands. Men nógv av hesum tiltøkum frætta tey í føroyingafelagnum einki um, fyrr enn tað er ov seint. Tí vil felagið fegin frætta um eini og hvørji tiltøk, tí føroyingar í Íslandi vilja fegin vera við í tiltøkum, har landsmenn úr Føroyum er uppi í. Um ikki annað so kann boðast frá til Ørkina.