Tað hevur verið kent í fleiri ár, at nakrir føroyingar, sum búðu í Danmark undir seinna heimsbardaga, vóru við til at hjálpa og bjarga jødum undan nazitýskinum. Hjálpin var ofta at fáa teir yvir til Svøríki.
Maigun Solmunde og danin, Jan Rueven Rozen Rosenberg, eru í ferð við at kanna, hvussu føroyingar hjálptu jødum at flýggja úr Danmark undir seinna heimskríggi.
Í morgun vóru tey í sendingini Góðan Morgun Føroyar í Kringvarpinum og greiddu frá arbeiðinum.
Í sendingini ber eisini til at hoyra, hvussu familjan í Dali hevði jødiska smádreingin Charsten Stohn í tríggjar mánaðir og harvið settu lívið í vága, áðrenn hann slapp yvir til Svøríki.
Í summar hittust tey bæði, 79 ára gamla Unnur í Dali og 76 ára gamli Carsten Stohn, aftur, fyri fyrstu ferð síðani tey vóru smábørn.
Søgan um familjuna í Dali er bert ein av fleiri, sum eru komnar undan kavi, eftir at Maigun Solmunde fyri einum ári síðani fór undir at kanna leiklutin hjá føroyingum at bjarga jødum undir krígnum.
– Endamálið er at føroyingar eisini kunnu fáa viðurkenning í holocaustsavninum Yad va Shem í Jerúsalem sum ”The Rightness of the World”, sum er ein viðurkenning av teimum persónum ella fólkum, ið á onkran hátt hjálptu jødum undan jødatýningini, sigur Maigun Solmunde.
Lurtið eftir sendingini í KVF her.