Tað var føroysk luttøka, tá ið U19-kappingin í Champions League var á skránni í gjár. Alex Troleis leiddi nevniliga dystin ímillum Breiðablik og Ajax, og afturat sær hevði hann hjálpardómararnar Regin Egholm og Jørleif Djurhuus.
Dysturin endaði við greiðum 3-0-sigri til Ajax við málum Kaj Sierhuis, Matthijs de Ligt og Dani de Vit. Talan var um ein friðarligan dyst, tí føroyski dómarin, Alex Troleis, hevði tað gula kortið bara einaferð á lofti. Tað fekk Breki Barkarson í 61. minutti.
Við á liðnum hjá Ajax var eitt nú Justin Kluivert, 17 ára gamli sonurin hjá tí navnframa Patrick Kluivert. Justin fekk fyri tveimum viku síðani sínar fyrstu minuttir á eykaliðnum hjá Ajax, og higartil hevur hann umboðað øll tey hollendsku ungdómslandsliðini frá U15 upp til U18.