Føroyingar eiga ársins virki í Litava

Føroysk vitan gjørd allan munin, tá ið Litaviski forsetin fyri Vinnu og Ídnað valdi ársins virki í Litava

Eitt virki, sum føroyingar eiga, er kosið til ársins virki í Litava.

Tað var í bólkinum fyri fyritøkur við 50 til 250 fólkum í starvi, at fyritøkan Plunges Saltis fór avstað við heiðrinum sum ársins virki.

Virki, sum føroyingar eiga allan partapeningin í, virkar og pakkar fisk til marknaðin í Evropa og í Russlandi.

Orsøkin til at Plungis Saltis varð valt til ársins virki, er at tað hevur stak góða leiðslu, sølu, marknaðarføring og hevur sett munagóðar skilabøtur í verk, sum alt samalt hevur havt við sær, at fyritøkan fær avlop í ár fyri fyrstu ferð síðani 1996, sigur Jóhannes Martin Hansen, stjóri í manage Ltd, sum eigur 100 prosent av partabrøvunum í Plunges Saltis, í tíðindaskrivi.

- Hetta er ein sera stórur heiður fyri okkum, serstakliga tá ið hugsað verður um, at einar 2500 fyritøkur eru at velja ímillum í bólkinum av fyritøkum, ið hava millum 50 og 250 starvsfólk, leggur hann afturat.


Framleiðslan økt munandi

Síðani 2006 hevur Plunges Saltis trýfaldað framleiðsluna á virkinum úr 1600 til 5300 tons.

- Hetta er eydnast við at gagnnýta føroyska framleiðsluvitan, fíggjarstýring og dygdargóða marknaðarføring.

- Men eisini dugnaligu litavisku starvsfólkini og virkisleiðslan eiga ein stóran part av heiðrinum.

Plunges Saltis keypur ikki fisk, men virkar fisk fyri viðskiftafólk í Evropa og Russlandi, sum rinda fyri lønarbeiði og aðrar tænastur.

- Leggjast kann afturat, at virkið tað einasta í Litava, ið hevur góðkenning at selja úrdráttir úr botnfiski til Ruslands

Teir hava eisini góðar vónir fyri næsta ári

Líkt er til, at 2010 verður eitt gott ár fyri Plunges Saltis, har 220 fólk arbeiða.

- Næsta ár fáa vit fullan ágóða av skilabøtunum og tí meta vit, at framtíðarútlitini eru góð, sigur hin høvuðsmaðurin aftanfyri virkið, Arni Carlsen.