Fundurin á Landssjúkrahúsinum Mikukvøldið var júst lokin, tá Hans Bisgaard, professari, fór at pakka sær teldu og uppvørpu.
Ikki var hann meira enn byrjaður at pakka, tá foreldur at børnum við lungnasjúkum savnaðust um hann at heilsa uppá og práta.
Og hann prátði og var fryntligur og tóktist áhugaður og tey tóktust glað fyri at hitta hann og kendu seg trygg.
Hans Bisgaard er nevniliga ikki óvanur við Føroyar og føroyingar. Einaferð áður hevur hann vitjað í Føroyum og tá fólk og børn við lungnasjúkum fara á Ríkissjúkrahúsið, so er tað Bisgaard, ið tekur ímóti.
Hans Bisgaard er sum fyrilesrtahaldari undirhaldandi og hevur ein farra av skemti, hóast álvaran í umrøddu evnunum. Hann fangar lurtaran og heldur honum frá byrjan til enda.
Hann er vanur við at at halda fyrilestur. Tað ger hann einar 3 ferðir um mánaðan og hann kemur júst úr Kina.
Eisini fæst hann nógv ið gransking.
Hann dylir ikki, at hann kundi hugsað sær, at fleiri nýttu møguleikan at lurta, tá hann nú kom lla ta longu leið, men hann er nøgdur við fundin.
Hans Bisgaard hevur nógvar føroyskar sjúklingar og hann smæðist ikki við at siga, at hesir eiga serpláss í hjartanum. Tað er øðrvísi, enn um sjúklingar úr Danmark koma, sigur hann.