Føroyingar eiga yngstu luttakararnar

Serliga er spenningur um, hvussu ungi Hans Krosstein fer at klára seg

Av teimum 32 súkklararnum, ið hava boðað frá luttøku til Statoil Kring Føroyar, eiga føroyingar teir yngstu luttakararnar.Yngsti luttakarin er argjadrongurin Bergur Johansen, ið hevur súkkla í eitt gott ár.

Bergur er 13 ára gamal, og hevur luttikið á øllum stevnunum í ár. Í sínum aldursbólki, dreingir 12-14, liggur hann nummar tvey. Bergur er ungur og evnaríkur súkklari, sum hevur framtíðina frammanfyri sær. Súkklarar, Ið kenna Berg, sigur at er bygdur júst sum ein súkklari skal vera, hann er langur og slankur.

Av teimum yngstu luttakararnar, eru størst vónir settar til klaksvíkingin, Hans Krosstein. Hóast hann er júst byrjaður at súkkla, hevur hann fingið rættiliga góð úrslit. Hann er fremstur í grandprix-kappingini í sínum aldursbólki, og hevur eins og Bergur Johansen luttikið á øllum stevnunum í ár.

Dánjal Miichaelsen er trið yngsti luttakarin í kappingini. Dánjal luttekur í grand prix kappingini fyri unglingar , og í tí bólkinum liggur hann fremstur. Felags fyri teir yngru súkklararnar er, at um teir klára at gjøgnumføra kappingina, so verður tað mett sum eitt satt bragd.