Føroyingar fyri einum valdømi

Ein Gallup-kanning, sum Sosialurin hevur bílagt, vísir, at meiri enn helmingurin av føroyingum er fyri einum valdømi. Eisini í tinginum er greiður meiriluti fyri einum valdømi

Ein kanning, sum Gallup Føroyar hevur gjørt fyri Sosialin, staðfestir, at ein greiður meiriluti av føroyingur eru fyri einum valdømi. Bert ein fjórðingur sigur seg vera ímóti, meðan meiri enn helmingurin sigur seg vera fyri. Restin sigur seg ikki vita.

Av tí, at kanningin varð bíløgd áðrenn Edmund Joensen, løgtingsformaður, hevði lagt uppskotið um eitt valdømi fyri tingið, varð spurningurin um málið eigur at sendast til fólkaatkvøðu eisini settur. Her stendur á jøvnum millum ja og nei, meðan ein tíggjundapartur segði seg ikki vita.

Eisini var spurningurin um nær fólk halda tað vera skilabest at avgreiða spurningin um eitt valdømi. Har vóru valmøguleikarnir fyri og eftir løgtingsvalið, og veit ikki, og eisini her stóð úrslitið á jøvnum, meðan 12 prosent segði seg ikki vita.

Viðmerkjast skal, at fyrivarni eigur at verða tikið fyri smærri broytingum, tí úrslitini av kanningini eru ikki fíntald enn.

Í næstu viku fara vit at hyggja nærri at kanningini, sum Gallup Føroyar hevur gjørt fyri Sosialin. Eitt nú, aldurs- og kynsbýtið, og ikki minst, hvussu býtið er kring landið.


Meiriluti í tinginum

Í mai í ár ringdu vit til allar tinglimir, at vita, hvør var fyri, og hvør var ímóti einum valdømi. Tá var úrslitið, at 16 vóru fyri og 11 vóru ímóti. Fýra høvdu ikki tikið støðu enn, og ein vildi ikki svara. Tá vit í dag ringu til teir, sum ikki høvdu tikið støðu tá, var greitt, at 19 er fyri, meðan 12 eru ímóti. Henrik Old svarar av prinsipp ikki slíkum spurnarumførum.





Ja

Óli Breckmann

Poul Michelsen

Heðin Zachariasen

Edmund Joensen

Kaj Leo Johannesen

Lisbeth L. Petersen

Olav Enomoto

Johan Dahl

Andrias Petersen

John Johannessen

Annita á Fríðriksmørk

Heidi Petersen

Tórbjørn Jacobsen

Finnur Helmsdal

Høgni Hoydal

Karsten Hansen

Bill Justinussen

Jenis av Rana

Kári P. Højgaard


Nei

Anfinn Kallsberg

Jógvan við Keldu

Jørgen Niclasen

Kjartan Joensen

Alfred Olsen

Marjus Dam

Gerhard Lognberg

Kristian Magnussen

Vilhelm Johannesen

Sverre Midjord

Páll á Reynatúgvu

Hergeir Nielsen


Vil ikki svara

Henrik Old