Føroyingar loyva happing

Tað er ikki nokk, at mentamálaráðharrin ynskir at varpa ljós á happing, um pengar ikki fylgja við til at broyta sjálva bólkamentanina. Hetta sigur danskur happingarserfrøðingur, sum hevur verið á fyrilestraferð í Føroyum

Føroyska samfelagið hevur brúk fyri at rótfesta arbeiðið ímóti happing í teimum skipanum og stovnum, sum eru her á landið, tí í løtuni fer arbeiðið ov tilvildarliga fram. Hetta heldur danski happiserfrøðingurin, Stig I. Sørensen, sum í seinastu viku var í Føroyum og helt fyrilestrar um happing.

Nýggj kanning vísir, at nógv føroysk børn verða illa happaði. Mentamálaráðharrin, sum hevur latið kanningina gera og setti arbeiðsbólk at koma við tilmælum, segði á tíðindafundi, í samband við at kanningin varð almannakunngjørd, at hann helt tað hava stóran týdning at vit settu orð á og prátaðu um happing, men hann hevði ongar ítøkiligar ætlanir um at søkja um fleiri pengar til arbeiðið ímóti happing á komandi fíggjarlóg.

Sambært danska happiserfrøðinginum kostar tað pengar at umstilla stovnar – fyri ikki at tala um eitt heilt samfelag - til ikki at góðtaka happing og byggja upp eina happingarfría mentan.

- Happing fer fram, tí at bólkar eru fangaðir í óndari ringrás. Tað nyttar ikki bara at fara eftir happaranum ella tí happaða, tí tekur tú til dømis einans happaran úr bólkinum, heldur ringrásin fram, og onkur annar yvirtekur leiklutin sum happari, sigur Stig I. Sørensen.

Skúlaflokkar og aðrir bólkar hava brúk fyri at hava eitt samanhald, sum er so rúmsátt, at øll passa inn. Hetta kemur ikki av sær sjálvum, og tí mugu tíð og pengar setast av til tað sosiala í skúlanum, staðfestir hann.


Vit hyggja at

Lykilin til happingina liggur í  áskoðarunum, tí stóra bólkinum, sum ikki happar, men góðtekur happingina og onki ger fyri at stegða henni, greiðir Stig I. Sørensen frá. Tí er arbeiðið ímóti happing ikki ein spurningur um at taka okkum av einstaklingum, men at gera nakað við hvussu vit eru saman sum bólkar.

- Ein skúlaflokkur, sum ikki hevur kenslu av at hoyra saman og at vera góð við hvønn annan, er ein flokkur, har happing trívist, sigur danski serfrøðingurin.

Seinasta vikuskifti høvdu Náttarravnarnir bjóðað danska happiserfrøðinginum, Stig I. Sørensen til Føroya at halda fyrilestrar um happing. Fyrilestrarnir vóru millum annað á Sandi og í Havn. Og á fyrilestrunum royndi Stig I. Sørensen at gera upp við áskoðaramentanina, sum liggur so djúpt í fólki.

- Vit mugu venja okkum við, at vit hava ábyrgd fyri tí, sum hendir rundan um okkum. Vit kunnu ikki bara lata standa til og hyggja at, tá onnur verða happað, illa viðfarin ella útihýst, sigur hann.


Ein nýggj mentan

Stig I. Sørensen er partur av danska felagsskapinum, AMOK, Anti-mobbe- konsulenterne, sum er eitt netverk av barnafagligum fólki, sum arbeiða í móti happing og útihýsing. Hann heldur tað vera eina jaliga gongd, at føroyingar seta fokus á happing, men kunningartiltøk einsamøll eru ikki nokk.

- Tað tekur tíð at broyta mentanir, og stríðið móti happing er eitt støðugt arbeiðið, sum alla tíðina má raðfestast.

Serliga í eini umstillingartíð, sum føroyska skúlaverkið nú er í, er tørvur á, at pengar verða settir av til at rótfesta átøkini í verandi skipanum, leggur Stig I. Sørensen áherslu á.

Um talan ikki skal vera um tilvildarligar ábøtur, men eina broyting, sum skal koma øllum føroyskum børnum til góða, er neyðugt at broytingarnar koma omanifrá. Politikarar skulu ganga undan og týðiliga signalera, at hetta arbeiðið hevur týdning. Skúlaleiðslur skulu taka ábyrgdina á seg og seta seg inn í trupuleikan og stilla krøv til lærararnar um at raðfesta sosiala samanspæli hjá flokkinum høgt.

- Í síðsta enda er tað ein sparing fyri samfelagið at brúka pengar uppá trivnað. Aftaná PISA hevur rákið verið at uppraðfesta tað fakliga í mun til trivnaðin. Men hesi kunnu ikki skiljast sundur. Tí uttan trivnað ongin lærir, staðfestir Søren I. Sørensen at enda.