At pilka við okkara statsborgaraskap, tí missa vit hann fyrst, so verður ta nokk seinur dagur, at vit fáa hann aftur við øllum teimum fyrimunum hann hevur givið okkum.
Alt gott at siga um Ísland, men har eru heilt aðrar fyritreytir, so er eitt nú við danska peningastuðlinum. Hann verður nokk ikki so nemmur at verða fyriuttan, so spyrst. Fáa vit ein suverenan føroyskan stat, hvussu við okkara danska borgarskapi, sum vit so dúgliga hava nýtt gott av? Eg eri nú so gamal, at eg minnist tíðina eftir stríðslok. Vit áttu 80 milliónir í Onglandi og løgtings fíggjarlógin var 5 milliónir, so har stóð rættuliga væl til, men eg átti ikki skógvar upp á beinini, men nógv gummi rak upp á land undir krígnum, so alt føroya fólk gekk í hesum gummiskóm.
Man visti ikki annð, men eg haldi nú tað er munin betur at ganga hvønn dag í donskum skóm.
Heilsan
Jákup Dalsgaard