Reyði Krossur Føroya letur í samstarvi við Uttanríkis- og Vinnumálaráðið 500.000 krónur til neyðhjálpararbeiði hjá Reyða Krossi í Mosambik.
Ein ógvuslig og oyðandi meldurhvirla hevur rakt Mosambik, Malavi og Simbabvi. Mosambik er serliga hart rakt, har tað verður mett at yvir 1.000 børn og vaksin hava latið lív. 400.000 fólk hava mist hús og heim, og meir enn 1 millión fólk eru ávirkað av náttúruvanlukkuni.
- Børn og vaksin hava átrokandi tørv á mati, vatni, skjóli og grundleggjandi læknahjálp, um tey skulu koma undan við lívinum, sigur Reyði Krossur Føroya.
Sambært ST er hetta ringasta veðurlagsvanlukka nakrantíð á sunnaru hálvkúluni. Støðan er sera álvarsom. Heilir býir eru undir í vatni, og nógvar familjur eru byrgdar inni av vatninum.