Føroyingar skulu eisini vera á brúnni

-Vit eiga at seta okkum sum mið at útbúgva fólk, eisini á hægri støði, til at taka við teimum hægri størvunum í eini komandi oljuvinnu. Vit mugu hava føroyingar á brúnna eisini. Vit kunnu ikki bara hava teir á dekkinum. Fyri at fáa teir á brúnna krevst, at teir fáa hægri útbúgvingar, og helst eisini hægri enn til kolvetnisverkfrøðing sigur Hans Pauli Joensen, leiðari á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum.

Á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya úti í Nóatúni í Havn fylgja tey væl við gongdini í samfelagnum og royna eisini at laga undirvísingina eftir framtíðar tørvi á útbúnum fólki, ikki minst tí tørvi, sum verður í føroyska samfelagnum komandi árini. Nú oljuvinnan kaðar inn um gáttina í Føroyum verður eisini hugt at, hvussu henda vinna kann fáa rúmd innan undirvísingar- og granskingarkarmar stovnins.

Hans Pauli Joensen er leiðari á Náttúruvísindadeildini. Í løtuni er hann eisini vararektari á Fróðskaparsetrinum.

Í hesum døgum hevur hann sitið á skúlabonki saman við næmingum á Náttúruvísindadeildini, sum hava valt kolvetnislinjuna - umframt øðrum áhugaðum uttanífrá eitt nú verkfrøðingum og fólki, sum hava eitthvørt tilknýti til oljuvinnu. Ein kann siga, at hetta fyri tey er eitt slag av eftirútbúgving. Hesi fáa so diplom fyri at hava luttikið.

Náttúruvísindadeildin í Nóatúni hevur ein týðandi leiklut, tá hugsað verður um hægri útbúgvingar og gransking í eini komandi oljuvinnu í Føroyum. Sum eitt av teimum fyrstu ítøkiligu stigunum á hesi leið skipar Náttúruvísindadeildin fyri eini 3,5 ára útbúgving til kolvetnisverkfrøðing. Útbúgvingin byrjaði á sumri 1998, og í summar fara næmingarnar so burturav at fáa undirvísing í oljufakum so sum jarðfrøði, boritøkni, reservoirtøkni og olju- og gassframleiðslu. Seks studentar á deildini ætla sær av blíva kolvetnisverkfrøðingar og verða teir fyrstu klaktir ár 2002.

Fyri líkasum at byggja uppundir tey fakini, sum koma aftaná summarfrítíðina, verður skipað fyri umrødda innleiðandi skeiði um kolvetni.

Skeiðið verður nevnt ?Innføring í kolvetni? og skal heilt breitt geva eina orientering um, hvat oljuvinna er fyri nakað og har nema við nógv av teimum evnum, sum tað fer at verða undirvíst í komandi hálvtannað árið. Millum undirvísararnar eru umframt Arild Saasen úr Noregi eisini fleiri føroyingar. Millum hesar eisini tveir, sum hava fingið sær útbúgving og arbeiða innan oljuvinnuna. Teir eru Sigurd í Jákupsstovu og Jóannes Djurhuus. Sigurd hevur arbeitt í fleiri ár hjá Mærsk, til hann fór undir sítt Ph.d. projekt, sum snýr seg um reservoirmodulering, meðan Jóannes Djurhuus ger kanningar av spenningum í undirgrundini. Bernt Ådnoy professari frá Stavanger er vegleiðari hjá Jóannesi. Bernt Ådnoy er somuleiðis við til at leggja kolvetnisverkfrøðiútbúgvingina til rættis. Hann kemur til Føroya av og á.

Tað virksemi, sum er á Náttúruvísindadeildini, ið hevur tilknýti til oljuvinnu, er fíggjað av AMG-samtakinum, umframt at Høgskolen í Stavanger letur lærarakreftir. Talan er um 1,7 mill. kr, sum útlendsku oljufeløgini hava latið. Umframt kolvetnisútbúgvingina er eisini gransking á skránni.


Kolvetnisgransking

Náttúruvísindadeildin á Fróðskaparsetrinum leggur eisini stóran dent á gransking, og her kemur oljuvinnan somuleiðis inn í myndina.Kolvetnisgransking byrjaði í 1998 við stuðuli frá oljufeløgum (AMG-samtakinum). Stuðulin gongur fram til ár 2001. Talan er um fígging av einum (20%) professara og av 3 ára doktaraarbeiði (ph.d.) innan bergmekanikk. Við granskingini verður framleidd vitan, ið gagnar eitt nú oljumyndugleikunum og olju- og servicefeløgum, ið skulu virka í einum olju- og gassídnaði í føroyskum øki. Á Náttúruvísindadeildini eru tey sinnað at menna granskingina við atliti at kolvetni, eitt nú innan bergmekanikk, eginleikar hjá basalti og reservoirtøkni. Granskingin hevur til endamáls at hækka vitanarstøðið sum heild við atliti at føroysku undirgrundini og frálandavinnuni.


Positivt

Onkuntíð hevur verið ført fram, at tað almenna eigur at fíggja slíkar útbúgvingar og gransking heldur enn oljufeløgini.

Hans Pauli Joensen kenst við hesar atfinningar. Hann sær fegin, at tað almenna fíggjar størri part av hesum, men heldur annnars, at tað er positivt, at oljufeløgini vilja stuðla menningini av hesum fakøkjunum í Føroyum, bæði tá tað kemur til útbúgving og gransking.

-Vit koyra bæði doktaraprojekt og diplomverkfrøðingar. Uppá longri sikt mugu myndugleikarnir inn at fíggja ein basis í hesum virkseminum. Tað vil so vera tann staburin, sum kann tryggja kontinuitetin í fakinum frameftir og kann kanska innganga sum eginfígging, um man skal søkja um pengar frá eksternum grunnum.

Hvat viðvíkur kolvetnisverkfrøðingaútbúgvingini so er hon við at verða heilt liðugt designað. Hon endar við einum rættiliga stórum projekti seinasta hálva árið, og har verður hugsað at lata næmingarnar gera eitt projekt saman við oljufeløgunum. Kanska verður farið yvir til Stavanger. Oljufeløgini eru annars sera væl nøgd við føroysku kolvetnisútbúgvingina.


Føroyingar á brúnna

Hans Pauli Joensen sigur, at vit føroyingar eiga at seta okkum sum mið at útbúgva fólk, eisini á hægri støði til at taka við teimum hægri størvunum í eini komandi oljuvinnu.

-Vit mugu hava føroyingar á brúnna eisini. Vit kunnu ikki bara hava teir á dekkinum. Fyri at fáa teir á brúnna krevst, at teir fáa hægri útbúgvingar, og helst eisini hægri enn til kolvetnisverkfrøðing. Við hesi útbúgvingini ber nevniliga til at halda fram sum sivilverkfrøðingur í Skotlandi, Noregi ella hvar tað skal vera. Tá kann man so taka doktaragrad aftaná.

Hans Pauli Joensen heldur sjálvur, at tað fer at verða tørvur á útbúnum fólki innan oljufak bæði í vinnuni og í fyrisitingini.

-Í grein 13 í útbjóðingarlógini stendur annars, at ein kann seta sum treyt til loyvishavaran, at hann skal vera við til at uppbyggja kompetansu. Har verður tosað um handverk og ídnað. Sjálvur haldi eg, at tað kemur ov sjáldan fram, at man eisini skal uppbyggja ta hægri kompetansuna tvs. tær longri universitetsútbúgvingarnar. Tað haldi eg myndugleikarnar eiga at royna at fáa við, um teir skulu seta krøv í loyvistreytirnar. Tað er nakað, sum hevur stóran týdning.

Tað finnast uttan iva nógvir føroyingar á hesum støði kring um í heiminum, og tá oljuvinnan kemur longur fram um okkara leiðir, fara teir eisini at gerast meira sjónligir. Og tá teir hava eina sivilverkfrøðingaútbúgving áðrenn, so fáa teir lætt við at umskúla seg til at virka í oljuvinnuni.

Hans Pauli Joensen sigur víðari, at sammeta vit við Noreg, tá teir fóru undir eina oljuvinnu, so vóru tað heldur ikki har fólk við kompetansu við atliti til oljuvinnuna. Tað teir gjørdu var at seta fleiri pengar av til universitetini. Men har vóru eingir norðmenn at fáa fatur í. Teir fingu tí fatur í útlenskum vísindafólkum, sum vórðu sett í eitt ávíst tíðarskeið. So við og við fekk man sett høgt kvalifiseraðar norðmenn við í systeminum.

Hans Pauli sigur, at vit mugu vera meira málrættaðir og velja nøkur øki út, har vit meina vit skulu vera dugnaligir. Tað er nærliggjandi her at hugsa, at vit mugu vera góð til nakað, sum hevur við føroyska basaltið at gera. Tað er nettupp tað, sum Jóannes Djurhuus tekur sær av. Síðani eru onnur øki so sum seismikkur.

Hvussu eru vit so fyri at fara inn í hesi nýggju vinnuna í mun til onnur lond?

-Uttan at siga, hvussu væl onnur hava verið fyri, so haldi eg, at føroyingar hava verið dugnaligir at fyrireika seg til hesa vinnu. Bæði oljufyrisiting og jarðfrøðissavn hava gjørt eitt seriøst, gott og professioenelt arbeiði. So lógarliga og fyrisitingarliga haldi eg vit hava tacklað støðuna væl.

Tað, sum nú liggur fyri framman, er hvønn leiklut Fróðskaparsetrið skal hava í sambandi við oljuvinnuna. Sjálvur haldi eg, at Fróðskaparsetrið eigur at fáa ein týðandi leiklut, tá tað kemur til at byggja upp kompetansu á hægri stigi í Føroyum.

Hans Pauli Joensen heldur avbjóðininga frá oljuvinnuni verða sera spennandi og hava teir tí eisini tikið hana til sín beinanvegin.

-Henda vinna er á veg inn á okkum, og vit eiga at útbúgva fólk til at verða klár at taka við ábyrgd, tá hon kemur. Nú kann onkur siga, at hetta er í so djarvt, tí man veit ikki, um nøkur olja er. Tí hava vit eisini lagt tað so til rættis, at tann vitanin, sum fólkini fáa, eisini er generell, at tey fáa nakað at vita um undirgrundina sjálva. Tú hevur tað sama í sjóvinnuni. Har hevur man útbúgvið eina rúgvu av fólki, og tað eru ikki allir, sum arbeiða í Føroyum. Sama er við oljuvinnuni, og tað er entá positivt, at hesi fólk fyrst fáa sær royndir aðrarstaðni.

Hans Pauli Joensen heldur ikki tað ber ikki til at seta seg hendur í favn og siga, at vit bíða og vita, um nøkur olja er. Tað vildi verið skeivt. Tí hava tey valt at seta hetta í gongd. Er eingin olja her, so er hópurin av møguleikum aðrastaðni.