Hósdagin 28. august klokkan 19 verður Derhard Olsen cand. teol. prestvígdur av Erik Norman Svendsen biskuppi
Derhard Olsen skal røkja starvið sum sóknarprestur í Samuelskirkjuni á Nørrebro, og sum prestur fyri føroyingar í Keypmannahavnarøkinum, meðan Bergur Jacobsen er í fimm mánaða farloyvi.
Derhard Olsen tekur við starvinum 1. september og skal røkja starvið til 31. januar 2009.
Derhard er væl kendur í føroyska kirkjuliðinum í Keypmannahavn. Hann hevur virkað sum deknur í Samuelskirkjuni og hevur eisini verið formaður í nevndini hjá Santa Ólavs Kirkjuliði.
Frá fyrsta sunnudag í advent í ár verða Samuels Sókn og grannasóknin Kingo lagdar saman í eina sókn, og Samuelskirkjan verður latin aftur, sum vanlig donsk sóknarkirkja ? men føroyska arbeiðið í Samuelskirkjuni heldur kortini fram sum áður, sigur Bergur Jacobsen, prestur.