Føroyingur varðhaldsfongslaður í máli um neyðtøku av fýra ára gomlum

Danskir miðlar hava seinastu vikurnar skrivað um eitt óhugnaligt revsimál, har ein 42 ára gomul kvinna hevur misbrúkt sín fýra ára gamla son. Hon er skuldsett fyri neyðtøku av soninum, tó ikki samlegu, fyri blóðskemd og blygdarskemd. Danska revsilógin bólkar allan seksuellan ágang móti børnum undir 12 ár sum neyðtøka.

 

Mitt í oktobur bleiv so ein 42 ára gamal maður handtikin í málinum og varðhaldsfonslaður. Í dag váttar Nordsjælland Politi fyri Miðlahúsinum, at maðurin er føroyingur.

 

Mamma at fýra ára gamla dreinginum bleiv varðhaldsfongslað 20. septembur. Ritzau skrivar, at løgreglan hevur funnið tjatt-samskifti millum kvinnuna og føroyingin, har maðurin eggjar kvinnuna til at fremja neyðtøkuna av soninum. Bæði nokta seg sek í ákærunum.

 

42 ára gamli maðurin er ikki pápi at barninum og livir ei heldur saman við kvinnuni.

 

Revsiramman fyri blóðskemd er upp til seks ára fongsulsrevsing, meðan revsiramman fyri neyðtøku er upp til 12 ára fongsulsrevsing.