Leygarkvøldið verður spennandi barna- og ungdómskonsert í SMS, har kendi dreinjgabólkurin, B-Boys, fara at syngja. Teir gjørdust kendir, tá teir luttóku í Melodi Grand Prix fyri børn og ung í Danmark.
Tað eru teir tríggir, Kåve og Mathias, báðir 13 ára gamlir og 15 ára gamli Sebastian, sum manna B-Boys.
Á konsertini fara eisini 4 føroyskar gentur at syngja. Tær eru Konni og Sólfríð, báðar 12 ára gamlar, 17 ára gamla Elin og Birgit, sum er 8 ár.
Sum vit skrivaðu í gjár, skuldi konsertin upprunaliga verða í Norðurlandahúsinum, men verður nú í SMS í staðin.
Aðalmálini við konsertini eru framvegis tey somu, nevnliga at menna føroyskan sang og tónleik millum børn og ung. Við tað, at í ár er ?Ár teirra brekaðu?, at lata eitt møguligt yvirskot av konsertini fara til innsavningina av bussi til búfólkið á Eirargarði.
Kostnaðurin er nú lækkaður munandi, og kostar eitt atgongumerki til
konsertina í SMS leygardagin einans 80 krónur.
Atgongumerki fáast í Kunningarstovuni í Havn, á fløgudeildini í 3-aranum og í tivoli-tjaldinum á Torginum í SMS.
Birgir Kruse, marknaðarleiðari í Norðurlandahúsinum, harmast um, at konsertin ikki verður har.
- Í samband við ?Ár teirra brekaðu?, lótu vit húsið ókeypis til stuðulskonsertina, sigur hann.