Føroysk gjaldskort verða eisini sperrað

Gjaldskort í Føroyum eru eisini rakt av umfatandi sviki

Nets mælir í dag til, at 100.000 donsk gjaldskort verða stongd.

Orsøkin er, at kortini eru í vanda fyri at verða misbrúkt, tí upplýsingar um hesi gjaldskort eru komin í skeivar hendur. Enn eru øll kortini ikki misbrúkt, men Nets heldur, at tey eru í so stórum vanda, at tey eiga at verða sperrað.

- Vit vita enn ikki um og hvussu nógv føroysk gjaldskort eru ímillum hesi 100.000, men tað er sannlíkt, at hetta eisini rakar føroysk gjaldskort, sigur Eik banki í fráboðan fyri løtu síðani.

Vanliga mannagongdin er, at kortið verður sperrað og nýtt bílagt. Tað kann taka upp til tvær vikur at fáa nýtt gjaldskort. 

Les eisini: Nets vil stongja 100.000 gjaldskort