Stóra føroyska ílegugranskingarverkætlanin FarGen fær í dag drúgva umrøðu á donsku heimasíðuni Videnskab.dk.
FarGen-verkætlanin er tann fyrsta í øllum heiminum, sum skal kortleggja allar ílegurnar hjá einum heilum fólki.
Bogi Eliasen er verkætlanarleiðari, og hevur umboðað verkætlanina á altjóða ráðstevnuni Copenhagenomics, sum júst hevur verið í Keypmannahavn. Hann sigur, at talan er um eina felags samfelagsverkætlan, hvørs endamál ikki einans er at gera ein ílegubanka, men at skapa eina heilt nýggja heilsuskipan.
- Visiónin er røtt, og vit fara eisini at gera hetta her í Danmark. Um fimm ár eri eg vísur í, at vit kortleggja ílegurnar hjá øllum sjúklingur, sum koma innar á sjúkrahúsini, sigur Torben Ørntoft við Videnskab.dk.
FarGen verkætlanin er eisini serliga áhugaverd í samband við fleiri av teimum sjúkunum, ið eru serligar fyri Føroyar eitt nú CTD - leggur Bogi Eliasen dent á.