Føroysk skip mistu 62.000 tons í ES-sjógvi

- Tað dámar okkum lítið, at Ísland nú tengir okkara veiðimøguleikar í íslendskum sjógvi saman við svartkjaftinum.

Fiskivinna

Sum kunnugt, vóru seinastu sáttmálasamráðingarnar millum Føroyar og ES ógvuliga truplar, og komst hetta einans av spurninginum um svartkjaftin.
- Endin varð, at vit fingu onga sínámillum avtalu um svartkjaftin yvirhøvur, og tí mistu føroysk skip 62.000 tons av svartkjafti í ES-sjógvi, segði Jákup Sólstein á aðalfundi reiðarafelagsins.
Annars var ES-sáttmálin sum vant óbroyttur.


Noreg og Ísland

Noregssáttmálin gjørdist á nøkulunda sama støði sum í 2001.
- Munurin er tó, at vit fyri 2002 hava goldið við meira makreli í mun til ein
niðurskurð uppá 12.000 tons í svartkjafti.
Jákup vísti annars á, at norska línuveiðan undir Føroyum er á sama støði í nøgd,
men er munandi skerd, tá ið ræður um hjáveiði av toski og hýsu.
Um sínámillum veiðirættindini hjá føroyingum og íslendingum, segði formaðurin í reiðarafelagnum, at Ísland nú tengir okkara veiðimøguleikar í íslendskum sjógvi saman við svartkjaftinum.
- Hetta er nýtt fyribrigdi, hvat botnfiskaveiði hjá línu-og snelluskipum viðvíkur, og
okkum dámar sera illa hesa gongdina.


Økir latin uppaftur

Jákup Sólstein segði annars, at reiðarafelagið saman við felagnum Línuskip hevur havt fund við íslendska fiskimálaráðharran.
- Her fingu vit tað burtur úr, at tey stongdu økini á Suðurlandinum partvís eru latin uppaftur.
Annars er nýggi fiskirættindasáttmálin millum Føroyar og Ísland á sama støði sum í 2001.