Í døgunum 14.-17. mars fer SMS at gera vart við vanligu føroysku gerandisvørurnar, ið fáast til keyps í húsinum.
Í SMS hevur vika 11 fingið heitið Føroysk vika. Hesa vikuna fer SMS at leggja seg eftir at fáa vanligar føroyskar gerandisvørur undan skeppuni og fram í ljósið.
Føroyska vikan verður hildin á Torginum og í Miklagarði, samstundis sum alt húsið verður prýtt. Framsýningin á Torginum leutur upp mikudagin 14. mars kl. 10.
Fimm føroyskar fyritøkur, sum framleiða gerandisvørur, ið verða seldar í húsinum, fara at sýna vørur sínar fram á Torginum. Fyritøkurnar eru: Føroya Bjór, Kemilux, MBM, Fóm og Faroe Seafood.
Miklagarður, sum selur flestu av vørunum, fer í somu viku at hava serlig tilboð uppá ávísar vørur frá hesum fimm fyritøkum. Tilboðini verða galdandi meðan føroyska vikan er.
Allar dagarnir meðan føroyska vikan er opin, bjóða fyritøkurnar smakkroyndir á básunum frá kl. 10.00. Faroe Seafood bjóðar tó heitar laksarullur hvønn dag frá kl. 14 til afturlating, leygardag tó frá kl. 10-14.
Fríggjadagin 16. mars kl. 16.00 vitjar Kári Cool framsýningina. Hann bjóðar ymiksar mjólkaúrdráttir, Jolly, og annað til øll vitjandi.
Leygardagin 17. mars kl. 13.00 vitjar TrøllaPætur Torgið. Hann verður í básinum hjá MBM, har hann bjóðar plakatir til børnini.
Tiltakið á Torginum endar kl. 14 leygardagin 17. mars.