Rolf Guttesen skírir Heimsatlasið at vera størstu málspillingarroynd í føroyskum fakmáli í nýggjari tíð, gjørt av vælmeinandi, men ókønum fólki við ongari fakligari vitan, og Rolf Guttesen spyr, hví onkur amatørur skal sita og spæla sær við at umseta og týða nøkur hissini staðarnøvn í stóru verð.
Rolf Guttesen fer eftir týðaranum, Svenningi Tausen, sum um tað er týðarin, ið hevur ábyrgdina viðvíkjandi teimum týddu staðarnøvnunum. Í formælinum stendur greitt tilskilað, at atlasið er gjørt í samstarvi og samráð við nógvar stovnar, harímillum Føroysku Málnevndina, ið sum kunnugt er stovnur, sum Føroya Landsstýri hevur sett at taka sær av málrøktarspurningum. Eg kann upplýsa, at Málnevndin var við frá byrjan, tá ið farið varð undir at føroyska staðarnøvn, ið ikki vóru á føroyskum frammanundan. Serliga landanøvnini eru øll væl og virðiliga viðgjørd og endaliga staðfest í Málnevndini, eins og øll hini nøvnini í atlasinum eru viðgjørd og staðfest hjá Føroysku Málnevndini.
Undir navnaviðgerðini vendi Skúlabókagrunnurin sær somuleiðis til lærarar og onnur serkøn fólk, m. a. eisini landafrøðingar, jarðfrøðingar, alisfrøðingar og málfrøðingar, ikki einans í norðurlendskari málfrøði, men eisini í øðrum fremmandum málum. So staðarnavnaásetingin er ikki einmansverk, heldur tvørturímóti.
Nei, í sambandi við útgávuna hava allar góðar og positivar kreftir í hesum landinum samstarvað fyri at fáa eitt so gott úrslit um gjørligt. Lærarar og næmingar eru glaðir fyri atlasið, og Skúlabókagrunnurin fær stórt sæð bara positivar afturmeldingar. Týðarin Svenning Tausen hevur í hesum føri – sum so mangan í meiri enn hálva øld – gjørt eitt megnararbeiði føroyskum máli at frama.
Føroya Skúlabókagrunnur er opin fyri atfinningum, eisini viðvíkjandi Heimsatlasinum, men treytin má vera, at orðaskiftið er sømiligt. Tú fært einki mennandi kjak við at mæla til bókabrenning. Tí er okkara áheitan á Rolf Guttesen at lyfta kjakið upp á eitt hægri stig.
Tað er Føroya Skúlabókagrunnur, ið hevur givið Heimsatlasið út, og undirritaði ritstjórnaði heimsatlasinum og tekur fulla ábyrgd av tí. Hevur onkur viðmerkingar til atlasið og nøvnini í tí, fari eg at heita á tykkum, at venda tykkum til mín, so viðmerkingarnar saman við viðmerkingum frá øðrum kunnu verða tiknar til viðgerðar, tá ið nýtt atlas skal verða givið út.