Á europeiska fíggjarmarknaðinum hoyrast nú gitingar um, at europeiski miðbankin hevur í hyggju at hækka stuttu rentuna úr 2,00% í 2,25% í desember mánaði.
Hetta verður staðfest í seinastu útgávuni av Útlit og Rák, sum Kaupthing júst hevur sent viðskiftafólkum sínum.
Fyri føroyingar vil ein slík hækking eisini merkjast, tí rentan her heima er beinleiðis tengd at europeisku rentuni.
Kaupthing skrivar eisini, at fleiri umboð hjá miðbankanum hava lagt stóran dent á, at bankin er til reiðar at hækka rentuna, so skjótt sum tekin eru um hækkandi prís- ella búskaparvøkstur. Men nakra veruliga staðfesting verður talan so neyvan um fyrstu fýra mánaðirnar.