Hin 14. september 2003 varpar hin Føroyska Sjómanskirkjan (FSK) ljós á søguna og arbeiðið hjá sjómanskirkjuni. FSK varð stovnað í Runavík hin 8. juli 1981. Tess vegna hava vit valt Glyvra kirkju sum karm um hátíðargudstænastuna. Umboð fyri kirkjuráðini, prestar og onnur innboðin vera til gudstænastuna saman við kirkjuliðnum á staðnum.
FSK virkar innan karmar fólkakirkjunnar, ja, er ein partur av hennara virksemi. Vit eru í tøttum samstarvi við Donsku Sjómanskirkjuna (DSK). Vit eru í samvinnu við norðurlond í altjóða høpi so at skilja, at vit sum kirkja virka millum altjóða sjófólk. Á sama hátt útinna aðrar sjómanskirkjur tænastu millum føroysk sjófólk.
FSK ger ikki mun á tjóðskapi, fólkasløgum og húðaliti. Vit virka á kristnum grundarlagi í manngóðum verki. Vit bera orðið um Jesus Krist og ynskja at vera sjófólki, fastbúgvandi og vitjandi til tænastu.
Í nógv ár hevur FSK havt fólk úti í teimum donsku sjómanskirkjunum. Talan er um assistentar og hús-møður. Eitt tíðarskeið vóru vit í San Pedro í Los Angeles. Hetta var í samvinnu við norsku sjómanskirkjuna. Arbeiðið verður stuðlað av kirkjunum, gávum frá einstaklingum og vinnuligum virksemi.
Í 2002 játtaði Føroya Løgting FSK ein árligan stuðul til ein sjómansprest í Hull. Hesin peningur verður goldin FSK sum ein blokkstuðul. Avtala varð gjørd við DSK um eitt samstarv. Samstarvið ber í sær tríggjar eindir: Tað staðbundnu kirkjuna í Hull, FSK og DSK. Starvsetan og skipan av starvinum er danskt málsøki, meðan Hull ger eitt viðmæli og FSK innstillar.
Raksturin av sjómanskirkjuni í Hull kostar árliga umleið eina millión krónur. Harafturat er vert at varnast, at ein grunnur eigur bygningin saman við DSK. Soleiðis sæð koma vit til skorin klæðir og skulu ikki hugsa um kirkju ella íbúð til prestin. Torført er at seta tøl á hetta virðið, tí vit spara eina íløgu í bygning ella leigu. FSK metir, at um vit umrokna hesi forrættindi til pening, so gjalda vit føroyingar væl minni enn helvtina av tí, ið sjómanskirkjan í Hull árliga kostar.
Sjómanspresturin í Hull er tekin um positivan hugburð og nýhugsan. Politiski myndugleikin í Føroyum og umsitingin hava í samstarvið við FSK gjørt eitt gott arbeiði. Kirkjuligi myndugleikin sýndi framtøkni, tá starvið varð viðmælt. Avtalan við DSK verður endurskoðað um tvey ár, og til ta tíð eru møguligar ábøtur verdar at umhugsa.
Sjómanskirkjan ynskir at vera eitt friðskjól hjá tí siglandi fólkinum, tá komið verður í fremmanda havn. Til tess krevst eitt gott bakland, og FSK takkar teim mongu, sum hava dugnað sjómanskirkjuni í forbøn, verki og fíggjarligum stuðli.
Hugaligt er at síggja Merkið veittra í fremmandum landi. Ímyndin av føroyskari mentan á krossristum dúki. Samstarv í norðurlendskum og altjóða høpi er við til at økja um sjónarringin samstundis sum ávarað verður ímóti trongskygni. Sjófólkið siglir á øllum heimshøvum. Eingin tjóð kann vera allastaðni. Samstarv er neyðugt.