Víkingastevna
Seinasta summar var ein stór róðrar- og mentanarstevna á Tvøroyri, har ið fólk komu ymsastaðni úr grannalondum okkara at vera við.
Ásurin, sum hendan stevnan snaraði um, var tann føroyski báturin og tað, sum hugtók stevnufólkið eina mest, var tá ið ein floti av kappróðrarbátum og gomlum grindabátum úr Vági og øðrum føroyskum bátum, sigldu í fylgi við árum og seglum inn eftir Trongisvágsfirði.
Er tað nakar, sum hevur arbeitt fyri at menna áhugan fyri tí føroyska bátinum uttanlands, er tað Ólavur á Heygum og hann var eisini ein drívmegi aftanfyri bátastevnuna á Tvøroyri.
Hetta var eitt avbera væl eydnað tiltak og tað vóru tey stevnufólk sum aftaná hava sagt, at hetta er besta tiltak av sínum slagi, sum tey hava verið á.
Stevnan á Tvøroyri var tann fyrsta av sínum slagi, har fólk komu úr fleiri londum, men tað er vist, at hetta verður ikki seinastu ferð, at føroyski báturin verður við á framsýningum uttanlands.
Í 2004 hátíðarhalda tey í Schleswig, at tað eru 1200 ár síðani, at Hedeby fyrstu ferð varð nevndur á skrift. Hedeby var ein gamal handilsstaður hjá víkingunum. Í hesum sambandi hava teir frætt um róðrar- og mentanarstevnuna, sum var á Tvøroyri. Og í hesum sambandi hava teir verið í sambandi við Ólav á Heygum, skrivar Flensborg Avis fyri eini tíð síðani.
Hann hevur so víst teimum film frá stevnuni á Tvøroyri og frá kappróðri og greitt teimum frá og teir blivu so hugtiknir, at teir hava gjørt av at føroyskir bátar skulu vera ein partur av stevnuni, sum verður fyrst í august.
Samstundis er ætlanin at hava framsýning við føroyskari list, málningalist, og kanska aðrari list við, eins og ætlanin er at vísa teimum føroyskan dans.
Tað er eisini ætlanin at hava ein trompetblásara í tí fremsta bátinum og hann skal spæla "Frægir funnu Føroya land" fyri at geva siglingini ein hátíðarligan dám.
Og fyri at vekja ans fyri stevnuni, verður eisini arbeitt við at fáa drotningina at seta hana, men enn er óvist um tað verður veruleiki.
Stevnan er rættiliga stór og umfatandi og tey vænta ikki færri enn upp ímóti 50.000 fólkum, so hetta er eitt gylt høvi at gera vart við føroyska mentan og føroyska list.
Enn er kortini ikki heilt greitt, hvussu umfatandi tann føroyska luttøkan verður.
Aðrar stevnur
Men føroyski báturin fer eisini at koma til heiður og æru á øðrum tiltøkum uttanlands.
Tann triðja mai verður føroyadagur í Lyngby, har føroyskir bátar skulu rógva á einum vatni har um vegir og har verður eisini bæði føroyskur dansur og kórsangur. Summir av teimum, sum verða við, vóru eisini við á stevnuni á Tvøroyri. Hetta verður fyrstu ferð, at føroyskir bátar royna seg á Lyngby Sø.
Og í summar er eisini ætlanin at skipa fyri stevnu í Hetlandi og hendan stevnan verður í august í ár, har føroyski báturin eisini verður við.