Føroyskir húsameklarar selja hús ólógliga

Tað sigur advokatur, sum vísir á, at tann í Føroyum so væl kenda »uppøsta auktiónssølan«, har keyparin er stóri taparin, er greitt ólóglig.

Turið Debes Hentze, advokatur, leggur ikki fingrarnar ímillum. Hon sigur, at sethúsaprísirnir í Føroyum eru ørir – tí lógin um sethúsasølu ikki verður fylgd

– Sølan skal verða grundað á fastan útboðsprís. Tað stendur greitt í løgtingslógini um keyp og sølu, skrivar Turið Debes Hentze á heimasíðu síni, hentze.fo:

»Kontantprísur

§ 4.  Ognin skal verða boðin út fyri kontantprís. Ognin kann tó verða boðin út við áheitan um at geva tilboð, men í slíkum føri skal metti kontantprísurin verða upplýstur. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um licitatiónssølu, tá fastogn verður boðin til sølu, heruppií eisini um rættin til upplýsingar um givin boð.«

– Tað merkir ikki, at um vinnuligi seljarin lýsir við einum føstum prísi so er lógin hildin, og so kann hesin prísur verða grundarlag undir eini kappbjóðing millum keyparar, har enntá verður upplýst, hvat hægsta boð nú er, skrivar hon.

– Reglan um fastan prís er ásett júst fyri at forða fyri “uppøstari auktiónssølu” – og har keyparin er tann stóri taparin – tá tíðirnar eru sum í dag, sigur hon, og heldur fram:

– Vinnuligi seljarin upplýsir prísin, ognin verður vurderað at kunna seljast fyri innan fyri eitt ávíst tíðarskeið.

Vinnuligi seljarin tekur móti keypsboði og kann boða boðgeva fra, um seljarin er nøgdur við boðið ella ikki, men hevur ikki loyvi at fortelja møguligum keyparum, hvørji boð annars eru innkomin.

Um áhugin er stórur, kann sølan bjóast út í boðrundu – framvegis grundað á upplýsta kontantprísin.

Boðrundur – licitatión – formel/óformel

Tað eru hesar, sum skulu tryggja, tá stórur áhugi er fyri eini ogn, at keypsprísurin ikki verður kunstiga uppskrúvaður av rúsinum sum auktiónslíknandi søla, ofta gevur. Keyparar koma at bjóða nógv hægri enn tey fíggjarliga megna, og eisini nógv hægri enn ognin í veruleikanum er verd.

Hvar er ábyrgdin, politiski myndugleikin, spyr Turið Debes Hentze og svarar soleiðis:

– Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um licitatiónssølu, tá fastogn verður boðin til sølu, heruppi í eisini um rættin til upplýsingar um givin boð.

– Allir vinnuligir seljarar mugu fylgja lógini! Vinnuligi seljararnir og seljararnir sjálvir hava felags áhuga í at søluprísurin verður so høgur sum møguligt og draga eina línu mótvegis keypara.

– Um ikki allir vinnuligir seljarar fáa álagt at fylgja lógini, so hendir onki, tí tann, sum vil selja sína ogn fer hagar, sum roknast kann við at mest fæst burturúr – og tað er við ólógligum auktiónssalgi.

– Tað er lættari at ganga upp trappuna enn niður aftur, sigur Turið Debes Hentze.