Føroyskir løgtingslimir samanbornir við islamiskar fundamentalistar

Danski presturin Kathrine Lilleør samanbar ótilvitað fleiri føroyskar løgtingslimir við víðgongdar islamiskar Immamar í DR1 Mánakvøldið. Tá hon skuldi nevna dømið um víðgongd kristin, ið brutu við andan í Bíbliuni við at lesa hana orðarætt. Nevndi hon, sum fyrsta dømi kristin, ið brúka bíbliuna til at fordøma samkynt.

Gestir í sendingini Dagens Danmark á DR1 í mánakvøldið vóru presturin Kathrine Lilleør og fólkatingslimurin Naser Khader, ið saman hava skrivað bókina Tro mod Tro sum samanber kristindóm og islam. Tá Naser Khader vísti á, at man í Danmark bert hevði víðgongdar Immamar, sum tolka Koranina orðarætt heldur enn at tolka boðskapin. So vísti Kathrine Lilleør, at man fær somu trupulleikar, um man lesur Bíbliuna orðarætt. Hon vísti á at Bíblian fyrr var blivin brúkt til nógv, sum ikki var í trá við kærleiksboðskapin.
 
Hon vísti á, at í Luthersku tolkingini av Bíbliuni er boðskapurin tikin fram. Hetta hevur gjørt at nøkur petti, sum vóru í andsøgn við boðskapin, ikki verða eftirlivað. Hon minti á, at Bíblian er skrivað av fólki, og tí eisini er merkt av hesum.
 
Tá verturin spurdi, um hon hevði nýggjari dømi um fólk, sum á sama hátt, sum teir víðgongdu Immamarnir brúktu Bíbliuna orðarætt ímóti høvuðsboðskapinum, nevndi hon víðgongd kristin, ið brúka Bíbliuna til at fordøma samkynt. Tá málið um rættin at happa samkynt var fyri á tingi, brúktu fleiri tinglimir Bíbliunnar orð á hendan hátt. Sostatt samanbar Lilleør ótilvita hendan partin av føroyska lóggevandi valdinum við víðgongdar islamiskar fundamentalistar.