Føroysku høvundarnir Jóanes Nielsen, Gunnar Hoydal og Bárður Oskarsson verða at hitta á bókamessuni BogForum 2008 í Keypmannahavn næsta vikuskifti
Nýggja forlagið Torgard luttekur í ár á árligu bókamessuni BogForum í Keypmannahavn, sum verður í døgunum 14-16. november, veit heimasíðan hjá Rithøvundafelagnum at siga.
Í hesum sambandi vitja høvundarnir Jóanes Nielsen, Gunnar Hoydal og Bárður Oskarsson básin hjá forlagnum á BogForum. Hetta verður leygardagin 15. november kl. 15.00. Tá ber eisini til hjá teimum vitjandi at ogna sær útgávurnar hjá forlagnum Torgard við avsláttri.
Forlagið hevur longu givið út fýra føroyskar barnabøkur í danskari týðing, og í næstum koma tvær skaldsøgur eftir føroyskar rithøvundar.
Bøkurnar, sum í næstum koma út á forlagnum, eru skaldsøgurnar ?Glansbilledsamlerne? eftir Jóanes Nielsen, sum Povl Skårup hevur týtt og ?Dalen? eftir Gunnar Hoydal, sum Jette Hoydal hevur týtt.
Forlagið Torgard verður at finna í bási nr. 16 á BogForum 2008.