Føroyskir skúlanæmingar skulu kappast um danmarksmeistaraheitið í íverksetan

Í morgin verður danmarksmeistaraheitið í íverksetan fyri skúlaungdóm, og fyri fyrstu ferð er ein føroyskur bólkur við í kappingini. Tað er bólkurin Trekk av Skúlatrøð í Klaksvík

Fyrr í ár gjørdist tað greitt, at bólkurin Trekk, ið vann SkúlaFM 2020, kom víðari til sjálva DM finaluna. Trekk er harvið millum 24 tey bestu liðini í danska kongaríkinum.

Tað er Fonden for Entreprenørskab, ið skipar fyri DM í íverksetan, og í ár hava fleiri enn 1.600 næmingar luttikið í kappingini.

Næmingarnir handan Trekk eru; Tórálvur Brestisson, Rói Sørensen, Emilia Rasmussen, Kristina Hansen og Karl Andreassen, og ganga tey í 10. flokki á Skúlatrøð í Klaksvík.

Tey hava ment ymiskar spennandi vørur úr tara; taradressing, tararasp, tarakryddlaka og tarasalt.

Upprunaliga skuldi DM kappingin vera í Kolding, men vegna koronasmittuna verður kappingin í ár stroymd. Hetta gevur øllum áhugaðum møguleika at fylgja við kappingini umvegis alnótnina.

Tað er kendi sjónvarpsverturin Camilla Ottosen, ið kemur at leiða hyggjarnar ígjøgnum skránna, og dagurin byrjar kl. 08:30, í morgin, týsdagin 26.mai.

Trekk er flokkaður í bólkin Viden og Verden.

##med2##