Klingran í Norðurlandahúsinum var fullsett, tá málráðstevnan, sum Føroyska málnevndin og Móðurmálslærarafelag Føroya skipaðu fyri, byrjaði fríggjamorgunin. Ætlanin við málráðstevnuni var at viðgera støðuna hjá føroyska málinum í samfelagnum í dag. Eitt endamál við stevnuni var at fáa kjak í lag, um vit eiga at fara undir at orða ein almennan føroyskan málpolitikk.
Í setanarrøðuni vísti Jógvan á Lakjuni á, at í eini tíð, har smámál, sum føroyskt, verða kroyst allastaðni frá, er neyðugt at vera á varðhaldi. Hinvegin skal málið framhaldandi vera ein livandi vera, ið mennist, so tað ikki verður eitt fornminni. Hvussu vit finna eina slíka javnvág, er ein tann størsta avbjóðingin hjá teimum, ið fáa litið upp í hendi at orða ein almennan føroyskan málpolitikk.
Svenskur málpolitikkur
Bjørn Melander, lektari við Institutionen för nordiska språk á Uppsala Universitet, er ein av teimum, ið hevur tikið av eini slíkari avbjóðing. Fyrilesturin hjá Melander snúði seg um eina verkætlan, ið hevur havt til endamál at kanna støðuna hjá svenska málinum, serliga í mun til støðugu ávirkanina frá enskum. Grundað á kanningina, hevði arbeiðsbólkurin orðað eitt álit, ið síðani varð nýtt sum grundalag fyri einum almennum málpolitikki.
Melander vísti á, hvussu málsligt trýst útifrá kann gerast ein innanhýsis mentanarligur trupulleiki. Á alsamt fleiri hægri útbúgvingum eru bæði frálærutilfar og fyrilestrar bert á enskum. Hetta ávirkar eisini tær lægru útbúgvingarnar, ið vilja fyrireika næmingarnar til hægri lestur, við at lata teir møta enskum fakmáli so tíðliga, sum til ber. Úrslitið er, at svenskt fakmál steðgar at mennast ofta longu á fólkaskúlastøði, tá enskt tekur yvir.
Ein álvarslig avleiðing av hesi gongd er, at nýggj vitan ongantíð nær út til almenningin, tí málið er vorðið ein ov stór forðing. Vit kunnu til dømis ímynda okkum eina støðu, har ein lækni ikki fær greitt sjúklinginum frá, hvat hann feilar, tí tað snøgt sagt ikki finnast svensk orð fyri tí, segði Melander.
Svenska álitið skýtir upp nøkur heilt ítøkilig átøk, ið kunnu verða við til at venda gongdini.
Millum annað at hægri útbúgvingarstovnar skipa fyri skeiðum í vísundaligum samskifti, at arbeitt verður við javnsettari nýtslu av svenskum og enskum, at málsligur førleiki verður partur av endamálsorðingini í teimum einstøku lærugreinunum umframt at granska verður í avleiðingunum av at útbúgva fólk á enskum.
Mail ella teldubræv
Fyrilesturin hjá Jógvani í Lon Jacobsen bygdi eisini á eina kanning av hugburðinum til enskt. Hesuferð hugburðin hjá føroyingum til ensk tøkuorð í føroyskum. Eitt av orðapørunum, fólk skuldu taka støðu til, var mail ella teldubræv.Tey spurdu vóru býtt upp í bólkar eftir aldri, kyni, inntøku, útbúgving og øki. Í eini fyribils niðurstøðu staðfesti Jógvan, at tey yngru brúka mest mail, og at tey sjálvsagt gerast eldri. Alsamt fleiri fáa sær langa útbúgving og tess longri útbúgving, tess størri lyndi til at brúka ensk orð. Fleiri og fleiri hava teldu, sum eisini dregur enskan málburð við sær. Hægri útbúgving merkir ofta hægri inntøku, og tey við høgari inntøku brúka oftari ensk orð.
Sostatt er tað nógv, ið bendir á, at orðið teldubræv er á veg út úr málinum. Er tað rætt, boðar tað kanska frá einum meir liberalum hugburði til føroyska málrøkt sum heild. Hinvegin kann tað eisini hugsast, at mail er eitt aldurstreytað orð, sum tey ungu gevast við at brúka, tá tey gerast eldri.
Kanningin hjá Jógvani vísti nógv, og nógv av úrslitunum vóru rættiliga forvitnislig. Men hvørt mail ella teldubræv fer at vinna, kann bara framtíðin vísa, minti Jógvan á.
Hvør dugir føroyskt?
Hólmgongan millum Karin Jóhonnu Knudsen og Jóannes Skaale legði upp til at gerast rættiliga viðkomandi fyri tey flestu, tá Karin Jóhanna legði soleiðis út:
»Man hoyrir dagliga, at børnini duga ikki føroyskt, tey ungu, foreldrini, pedagogarnir, politikkarnir, fjølmiðlarnir duga heldur ikki føroyskt, og nú begynnir man enntá at snakka um, at lærarnir duga ikki føroyskt. So er tað, eg spyrji meg sjálva, hvør er nú eftir, sum dugir føroyskt?«
Karin Jóhanna helt fram við at vísa á, at tá vit finnast at málburðinum hjá øðrum, finnast vit samstundis at teirra umhvørvi og teirra samleika. Tað ber ikki til at smoyggja ein málpolitikk yvir høvdið á einum fólki, sum ikki vil tað, ella sum ikki er í tráð við tey ynski og tann tørv, fólkið hevur. Málpolitikkur snýr seg eisini um valdsbýti millum fólk, og ansa vit ikki eftir, kann ein illa umhugsaður málpolitikkur brúkast sum vápn at kúga aðrar samfelagsbólkar við.
Jóannes Skaale skilti eftir øllum at døma Karin Jóhonnu sum, at vit eiga at sleppa at gera við málið, sum okkum lystir. Síðani nýtti hann høvið at brúka fjølmiðlarnar sum ræðudømi um málnýtslu, sum kann fara so langt av leið, at tíðindini verða beinleiðis ósonn. Dømini vóru mong, og nógv vóru undirhaldandi. Men eg helt meg hava hoyrt tey flestu av teimum fyrr, ofta sum skemtisøgur í øðrum høpi. Annars samanbar hann vánaliga málnýtslu við umhvørvisdálk-ing, sum alt ov nógv fólk eru vorðin fullkomiliga líkaglað við.
Jóannes helt, at fjølmiðlarnir javnan áttu at havt innanhýsis fundir, har tíðindastubbar frá vikuni vórðu tiknir fram, og starvsfólkið soleiðis kundi leiðabeina hvønnannan málsliga, har tørvur var á tí.
Hólmgongan millum Karin Jóhonnu og Jóannes gjørdist ongantíð ein hólmgonga. Spell, ikki minst tí Karin Jóhanna ikki rættiliga fekk høvi at koma við sínum boði uppá, hvussu ein málpolitikkur, ið tekur fyrilit fyri samleika og umhvørvi, skal orðast.
Ikki líkaglað
Turið Sigurðardóttur tók at enda samanum, har hon millum annað treiv í vandan fyri økismissi, sum formaðurin í Dansk Sprognævn, Niels Davidsen-Nielsen, eisini var inni á. Ansa vit ikki eftir, er vandi fyri at vit missa heil yrkisøki málsliga. Longu nú síggja vit, at tað eru yrkisøki, sum so at siga bert eru til á enskum, umframt at tað gerst alt meir vanligt, at enskt er arbeiðsmálið hjá fleiri fyritøkum.
Annars var breið semja um, at vit eiga at orða ein almennan málpolitikk. Hvussu hetta skal gerast var minni greitt. Endamálið við stevnuni var eisini fyrst at fáa eitt kjak í lag, og hóast ferð ongantíð rættiliga kom á kjakið, komu nógv áhugaverd sjónamið fram, sum um ikki annað prógvaðu, at føroyingar ikki eru líkaglaðir við føroyska málinum.