Føroyskt munnhøgg: Hetta er ikki fyri sartar sálir

Swangah skipar fyri verbalum nevaleiki, har tað snýr seg um at rappa hvønn annan niður í gólvið

Fyri fyrstu ferð hava rappáhugaðir føroyingar fingið ein pall, har teir av álvara kunnu royna seg við sínum rímum og orðaspæli. Pallurin eitur ILLtonkt. 

 

Hetta er ein verbalur nevaleikur millum tveir luttakarar, har tað einasta amboðið hvør luttakari hevur er síni kynstur at orða og føra seg fram.

 

Luttakararnir fáa eitt ávíst tíðarskeið at fyrireika seg í fyri at skriva ein beinraktan tekst um mótstøðufólkið. Til tiltakið fær mann tveir minuttir í part at rappa hvønn annan niður í gólvið.

 

Tað eru teir báðir Ragnar Davidsen og Steen Rói Lorenzen úr rappbólkinum Swangah, sum standa fyri tiltakinum. 

 

 

- Tú mást tora at traðka fram

 

Luttøka í ILLtonkt krevur, at tú hevur breiðan rygg og tolir at hoyra eitt sindur av hvørjum – tí tað gongur ikki stilt fyri seg.

 

- Tú brýtur nøkur mørk við at standa har í reinasta hami og blíva spottaður út. Hetta er ikki fyri sartar sálir. Okkurt kann vera brutalt og sera niðurgerandi, so tú mást tora at traðka fram og blíva happaður framman fyri fólki. Aftaná so endar tað við einum smíli, og so drekkur mann eina øl saman, sigur Ragnar Davidsen, sum er onnur helvtin av Swangah, í Vikuskiftis Sosialinum.

 

 

Rapp-orrusturnar verða tiknar upp á video, og í kvøld klokkan 20 kemur fyrsta videoupptøkan út á almennu facebooksíðuni hjá ILLTonkt. Sí her.

 

Brellbiti:

<iframe src="https://www.facebook.com/plugins/video.php?href=https%3A%2F%2Fwww.facebook.com%2FiLLtonkt%2Fvideos%2F1155067578008412%2F&amp;show_text=0&amp;width=560" width="560" height="315" style="border:none;overflow:hidden" scrolling="no" frameborder="0" allowtransparency="true" allowfullscreen="true"></iframe>