Føroyskar og norðurlendskar rávørur seta sín serliga dám á matskránna hjá matstovuni Gourmet á mentanarnáttini.
Jákupsskeljar og rabarbusymfoni
Sjálva mentanarnáttina fer Gourmet at bjóða gestum sínum fimm rættir, sum allir hava støði í norðurlendskum og føroyskum rávørum. Møguleiki er at velja alla matskránna ella at velja einstakar rættir út.
Matskráin á Gourmet mentanarnáttina sær soleiðis út:
Forrættur
Ravioli, føroyskar jákupsskeljar
við froða av turrum fiski.
Reyðsprøka við fennikel
og marinadu av grønmeti
Høvuðsrættur:
Timian saltað oksakjøt,
róturtrar og piparrótskrem.
Ostarættur:
Ostur, protvínsglaseraðar
nøtur og oliventabinata.
Dessert:
Rabarbusymfoni við sjokolátu og hvonn
Skúm av turrum fiski ...
Kokkurin og leiðarin á Gourmet, Leif Sørensen, heldur mentanarnáttina vera eitt frálíkt høvi hjá fólki at royna ymsar rættir við støði í okkara egnu mentan. Hann vísir á, at útlendingar rósa teimum føroysku rávørunum, tá ið tær verða rætt viðfarnar og bornar fram á rættan hátt og í stíl við rákið.
Sum dømi nevnir Leif Sørensen millimetur tunnar skivar av skerpikjøti, skúm av turrum fiski, kips av turrum fiski og ís av saltfiski. Hann heldur at føroyingar eiga eisini at vera forvitnir, áhugaðir og ernir av gomlu føroysku rávørunum, og síggja møguleikan í at vera heilt øðrvísi enn øll onnur.