Alt ímeðan higartil longsti tunnil í Føroyum verður boraður, er trygdin í verandi tunnlunum út av lagi vánalig. Tunlarnir eru snøgt sagt tikkandi brandvanlukkur, ið bara bíða eftir at henda.
Einki sløkkilið í landinum hevur útgerð ella útbúgving til at fara inn í ein roykfyltan tunnil at fremja bjargingararbeiði. Og tí er tað ógvuliga avmarkað, hvussu nógv sløkkiliðini fáa hjálpt tann dagin ein samanstoytur hendir og eldur kemur í mitt inni í einum av longri tunlunum í landinum.
Ivi um ábyrgdina
Tað er sløkkiliðið í teirri kommununi, har tunnilin liggur, ið verður boðsent, um eldur kemur í inni í viðkomandi tunli.
Men kommunurnar hava bara skyldu til at hava sløkkilið, ið eru nóg væl mannað og útgjørd til at røkja tær »vanligu« upgávurnar í kommununi, ikki serupgávur so sum tunnilseldar. Av tí sama hava smáar kommunur smá sløkkilið við ógvuliga avmarkaðari útgerð, ið als ikki er nøktandi til at fremja bjargingararbeiði í einum tunnilseldsbruna.
Hvør tað er, ið hevur skyldu at syrgja fyri røttu útgerðini og røttu útbúgvingini til at basa tunnilseldum, liggur ikki heilt greitt, tí lógin um eldsbruna tekur ikki hædd fyri slíkum sum tunnilseldum, og málið er ongantíð tikið upp.
Landið skal gjalda
Men sambært Brunaumsjón Landsins, er tað tó lítil ivi um, at tað eigur at vera uppgávan hjá tunnilseigaranum at syrgja fyri tilbúgvingini til tunnilin undir eigaravaldinum hjá hesum. Hetta er millum annað staðfest í Danmark, har landið til dømis brúkar 10 milliónir krónur um ári til tilbúgving í sambandi við tunnilin undir Stórabelt, eftir at tað varð staðfest, at tað er landið sum tunnilseigari, og ikki Korsør kommuna, har undirsjóvartunnilin kemur upp, ið hevur ábyrgdina av tilbúgvingini.
Føroya land er ígjøgnum Landsverkfrøðingin eigari av øllum tunlunum í landinum uttan Vágatunlinum, sum P/F Vágatunnilin eigur.
Tískil er tað sambært Brunaumsjón Landsins ikki upgávan hjá einstøku kommununum, men hjá landinum sum tunnilseigara, at syrgja fyri tilbúgvingini til tunnilseldar, hóast tað er kommunala sløkkiliðið, ið verður boðsent. Hetta hevði verið ein nærum óberandi byrða fyri smærri kommunur, ið liggja soleiðis fyri, at tær hava ein tunnil innan fyri kommunumarkið.
Men hóast greiðu áskoðanina, hevur Brunaumsjón Landsins ikki fyrr enn nú tikið málið upp við tunnilseigararnar.
Sløkkiliðið í Kvívík
Eitt av kommunalu sløkiliðunum í landinum, ið so at siga dag fyri dag fær ein størri tunnil sum part av sínum ábyrgdarøki, er sløkkiliðið í Kvívíkar kommunu.
So hvørt sum undirsjóvartunnlinum undir Vestmannasundi leingist, veksur tann ósvaraði spurningurin um trygdina í tunnlinum í sambandi við eldsbruna, bæði nú undir byggiarbeiðinum, og tá tunnilin verður tikin í nýtslu um hálvttriðja ár.
Byggirharrin, ið er NCC, hevur sambært P/F Vágatunlinum, ábyrgdina av at fólkið, ið arbeiðir í tunnlinum, hevur møguleika at basa smærri eldum og annars koma skjótt úr tunnlinum, um eldurin ikki kann basast. Men um ein vanlukka hendir og arbeiðsfólkið av einhvørjari orsøk ikki sleppur úr, verður ringt til alarmsentralin, ið sendir boðini víðari til sløkkiliðið í Kvívíkar kommunu.
Ongan kjans
Men kommunala sløkkiliðið í Kvívík hevur bert útgerð til vanligar eldsbrunar, og tí er ikki hugsingur um at sløkkiliðið kann fara inn í tunnilin at basa eldi.
? Sløkkiliðið hjá okkum er útgjørt til at basa smærri eldum, men tað hevur snøgt sagt ongan kjans at gera nakað, um tað verður boðsent til ein eldsbruna í Vágatunlinum. Og tað er heldur ikki hugsingur um at vit sum kommuna kunnu útgerða okkara sløkkilið til ein tunnilseldsbruna. Tað eru vit ov smáir til, sigur borgarstjórin í Kvívíkar kommunu, Heini Holm.
Sløkkiliðini kunnu altíð heita á sløkkilið í øðrum kommunum at koma sær til hjálpar, tá okkurt er á vási, og hevði Kvívíkar sløkkilið verið boðsent til ein eldsbruna í Vágatunnlinum, hevði hjálp verið tilkallað úr Havnini beinanvegin sigur borgarstjórin.
Men heldur ikki størsta sløkkilið í landinum er ført fyri at gera eitt nøktandi bjargingararbeiði um tað verður boðsent til ein tunnilseldsbruna.
? Vit hava spurt okkum fyri hjá sløkkiliðnum í Havn um hvussu tað er fyrireikað til ein tunnilseld, men tað vísir seg at tað hvørki hevur útgerð ella útbúgving til tunnilseldar. Vit fingu at vita frá Tórshavnar Sløkkiliði, at tað heilt einfalt ikki hevði farið inn í ein brennandi Vágatunnil, um talan var um ein umfatandi eldsbruna sigur Heini Holm.
Meðan vit bíða
Enn hevur tað ongantíð verið ein eldsbruni inni í nøkrum av størru tunlunum í Føroyum. Men herfyri kom eldur í ein bil í leynatunlinum, og hóast hetta er ein av styttstu tunlunum í landinum, so upplivdi Tórshavnar Sløkkilið, ið varð boðsent at hjálpa Kvívíkar sløkkiliði, hvussu trupult tað er at gera bjargingararbeiði í einum roykfyltum tunli. Hendingin spældi tó væl av, og fólkini í tunlinum, vórðu fingin út.
Men tann hendingin er at meta sum lítið og einki afturímóti teimum vanlukkum, sum kunnu henda í størru tunlunum.
Tað er Brunaumsjón Landsins, ið skal halda eftirlit við, at millum annað tilbúgvingin í sambandi við tunlar er nøktandi. Men enn hevur Brunaumsjón Landsins bara havt fyrireikandi fund við P/F Vágaunnilin og Landsverkfrøðingin, ið eru einastu tunnilseigarar í landinum. Rættiligt hol er ikki sett á málið.
Brunaumsjónini vantar orku
Men sambært Petur Olsen, leiðara á Brunaumsjón Landsins, er tað ikki viljin, men arbeiðsorkan, ið vantar.
? Vit eru væl og virðiliga greið um, at tað stendur sera illa til við tilbúgvingini í sambandi við tunlarnar í landinum. Og tað nívir okkum almikið. Men Brunaumsjón Landsins vantar arbeiðsorku, tí sum nú er megna vit so at siga einans at halda eftirlit við, at nýbyggingar lúka krøvini um brunatrygd, og at ymiskir stovnar framhaldandi lúka krøvini. Alt sum eitur tilbúgving kemur í aðru røð. Vit eru tvey fólk á stovninum og okkum tørvar tvey fólk afturat, um vit skulu røja okkara uppgávu. Sum nú er uppfylla vit bara ein lítlan part av lógini um eldsbruna, og tað er als ikki nøktandi, sigur Petur Olsen, leiðari á Brunaumsjón Landsins.
Hann sigur seg hava gjørt landsverkfrøðingin varugan við trupulleikarnar av væntandi arbeiðsorkuni, og hetta váttar landsverkfrøðingurin, men sigur, at sum er er eingin broyting í væntu.