Dansifelagið Fótatraðk heldur til í Føroyahúsinum í Keypmannahavn. Endamálið hjá felagnum er at samlast um tann føroyska dansin.
Dansað verður annað hvørt sunnukvøld kl. 18.00 frá fyrst í februar til mai. Síðan er summarsteðgur og byrjað verður aftur fyrst í septembur mánaði og dansað verður til desembur.
Umframt tey føstu dansikvøldini er Fótatraðk eisini við í Mentanarnáttini í Keypmannahavn og á Bornholm og aðra staðni, tey hava eisini verið í Føroyum á Landsdansistevnu.
Felagið gevur eisini eitt blað út fýra ferðir árliga. Tað er Theodor E. D. Olsen, Ið er blaðstjóri á blaðnum.