Nú eru eru tey, sum skulu umboða Føroyar í flogbólti á oyggjaleikunum á bermuda, til reiðar at fara av stað.
Myndirnar eru av okkara landsliðum og mynd er eisini eisini av tveimum leikarum, ið fara at spæla strandarflogbólt, Hetta er fyristu ferð, vit eru við í hesi ítróttargrein.
Á myndini við kvinnulandsliðnum eru tey, standandi frá vinstru: Boban Ilic, Venjari, Urd Traðará, Anja Danielsen, Karina Debes, Sofía Purkhus, Sóleyð Poulsen, Birita Joensen. Húkandi frá vinstru: Eyð Magnussen, Jastrid Sivertsen, Guðrun Joensen, Birgit Guttesen, Eina Kalsø, Margit Joensen. Bartal Eliasen, Hjálparvenjari manglar á myndini.
Manslandsliðið: Standandi frá vinstru: Bárður Jacobsen, Thorvald Danielsen, Trygvi Hansen, Suni Juul Petersen, Filip Gram, Gunnar Jørgensen, Romica Øster, venjari. Húkandi frá vinstru: Bjarni Larsen, Rói Hentze, Jón Joensen, Jóhan Petur á Stongum, Ólavur Jensen, Bjarki Enni. Suni Hansen, hjálparvenjari, manglar á myndini.
Einstaklingamyndirnar eru av Guðrið Syderbø og Jens Heri Mortensen, sum skulu spæla strandarflogbólt, saman við Lenu í Buð og Alex Troleis.
Við á ferðini verða eisini Gurið Mortensen og Beinta Laursen, sum eru fysioterapeutar hjá okkum. Liðleiðarar verða Rúna Hentze og Jan Hentze.