Johannes Jensen og Mikkel Borg Bjergsø eru valdir í nevndina hjá Hotel Arctic í Grønlandi. Tað sigur Jacob Nitter Sørensen, nevndarformaður í Hotel Arctic í Ilulissat í tíðindaskrivi, sum er endurgivið í grønlendska blaðnum Sermitsiaq.
Johannes Jensen er stjóri í Gist & Vist, sum eigur og rekur Hotel Føroyar og fleiri matstovur í Havn og tvífaldu Michelin matstovuna Koks frammi við Gjónna. Mikkel Borg Bjergsø er stjóri í Mikkeller í Danmark, sum framleiðir serøl og hevur fleiri Mikkeller barrir í býum kring heimin, eisini í Havn.
– Vit hava longu havt samstarv við Mikkeller um serligar øl til hotellið, harumframt koma Mikkel og Johannes við felags royndum innan gourmet á Michelin støði – millum annað frá Koks – serkunnleiki, sum okkum tørvar, tá hotell okkara skal lyftast upp á næsta støði, tá nýggja floghavnin letur upp, sigur Jacob Nitter Sørensens í tíðindaskrivinum.
Almenna grønlendska flogfelagið, Air Greenland A/S, eigur allan partapeningin í Hotel Arctic. Men hóast ognarlutin hjá Air Greenland er hotellið sum so ikki ein samrunnin partur av konsernini, men virkar sum ein sjálvstøðug eind, skrivar hotellið á heimasíðuni.