Leivur Persson
Tá man hyggur eftir dagliga politiska meldrinum í Føroyum anno 2007 og eini 3 ár aftur í tíðina, er tað næstan, sum um man verður gripin av einum brennandi nostalgiskum longsli aftur til eitt tíðarskeið í lívinum, har man hvørki hevði skil ella áhuga fyri nútíðar føroyskum politikki. Ein tíð, har man tvíhelt um eina heldur heimføðisliga fatan av, at tað, sum gekk fyri seg inni í lítla hvíta húsinum millum Havnar Bio og Vaglið á ein ella annan hátt var skilt við tað, sum fór fram í grikska býstatinum Athen, ella í Rómverska Capitol, fyri óteljandi árum síðani. Eitt tíðarskeið tá man hevði ta fatan, at hetta var eitt politiskt plenum, har sum fólksins umboð komu saman at tæna tjóð og fólki á ein ósjálvsøknan og virðiligan hátt.
Mann kann tí ikki siga seg frían fyri at kenna seg vónsviknan, eftir at tíðarinnar tonn hevur gnaddað seinastu løgini av politiska góðvarninum burtur, og man er noyddur at góðtaka, at tey idealini, sum tykjast vera mantra í føroyskum politikki eru eins lík teimum Athensku og Rómversku, sum McDonnald’s er franskari gastronomi. Tað tykist nærum sum um, at meginparturin av politikarum okkara hava svorið eið til eina politiska ideologi, har persónligt afturval er endamálið við førda politikkinum og ikki bert ein heppin avleiðing. Einari ideologi, har tað ikki nýtist at verða ein logiskur samanhangur millum tey argumentini, ið verða nýtt, og tað sum tú argumenterar fyri. Í hesum sambandi rennur filmurin “Thank you for smoking” í hug. Serliga er tað brotið, tá spinndoktarin hjá tubbaksídnaðinum, greiðir soninum frá, hvussu tú í einum kjaki klívur upp um har, sum garðurin er lægstur. Grundsjónarmiðið er, at tað ikki snýr seg um at prógva, at tú sjálvur hevur rætt, men bert at royna at fáa tað at síggja út, sum um mótparturin hevur skeivt, og so annars vóna, at fólk eru nóg býtt til at halda, at tað so er tú sum hevur rætt.
Ein tann greiðasta manifestatiónin av hesum má uttan iva vera politiski retorikkurin hjá Fólkafloksveteraninum og sjálvútnevndu føroysku versiónini av franska kardinalinum Richelieu, Óla Breckmann. Ein kann bert við undran lýða á, hvussu hesin maður, ferð eftir ferð, skírir tjóðveldisfólk at verða bæði nasistar og kommunistar. Hvussu kann mann fáa hetta at hanga saman? Er tað so, at Óli ikki kennir munin á hesum annars so vælkendu ideologium, ella væntar hann bert, at føroyska fólkið er ov býtt til at síggja, at hetta greitt víkur frá øllum viti og skili. Óli stendur tó ikki einsamallur, meginparturin av flokki hansara tykist samdur við hesi mannagongd. Greiðasta dømi var í summar, tá Tjóðveldisflokkurin skeyt upp, at verandi fiskidagaskipan bleiv umskipað til ein fiskidagabanka. Ein opnan markna, har sum øll kundu bjóða og seljast skuldi til hægstbjóðandi.
Liberalisma út í odd og egg, men tó kommunisma sambært Fólkaflokkinum. Hvussu hongur hetta saman, hvussu býtt halda teir okkum vera?
Hendan fatanin um, hvussu man argunemterar politiskt, avmarkar seg tó ikki bert til ein flokk í føroyska politiska spektrinum. Seinastu vikurnar hevur nýggja politiska stjørnuskotið hjá Javnaðarflokkinum John Johannessen vælsignað okkum føroyingar við sínum máttmiklu retorisku eginleikum. Í tveimum lesarabrøvum leggur hann beinleiðis Tjóðveldisflokkin undir at sneiða til høgru, fyri harvið at kunna koma í samgongu við høgravongin í føroyskum politikki. Alt hetta meðan egni flokkur hansara meir ella minni hevur latið seg gelda fyri at kunna verða grundarlag undir somu høgravendu samgongu, sum hann leggur Tjóðveldisflokkin undir at vilja stovna. Man kann tí bert undrast yvir, hvørt hetta er tekin um, at John Johannessen hevur upplivað eina sjáldsama løtu av sjálvrannsakan, ella um hetta bert er enn eitt sats uppá, at Føroyar hýsa størstu koncentratiónini av býttlingum í nýggjari tíð.
John Johannessen nýtist tó ikki at kenna seg einsamallan í flokki sínum, sum jú eisini umfatar sjálvan løgmann. Einum manni, sum hevur brúkt seinastu trý árini av politiska lívið sínum til at endurtaka setningarnar, “Je kann bert taka støðu til tann veruleika, sum je livi í” og “Je havi fult álit á landsstýrismanninum og fari tí ikki at gera meira við málið”, tá hann annars ikki hevur vitjan av umboðum fyri danska statsvaldið og verður raktur av einum sporadiskum hugi til at skriva undir øll tey skjøl, sum hesi hava við sær.
Ein løgmaður sum hevur nýtt meginpartin av hesum valskeiði til at koma við profetiskum hugleiðingum um eina stórfingna visjón, sum á ein nærum gandakendan hátt skal flyta okkum, ikki bara fram til, men framum allar heimsins elitir. Ein visjón, sum stutt og greitt gongur út uppá, at vit skulu umbyggja føroysku samfelagsskútuna og seta nýggj segl, so at hon líkist øllum hinum í evropeiska flotanum, bara nógv nógv minni. Hereftir skulu vit so upp á bara 8 ár megna at yvirhála øll hini skipini, sum hava siglt undan okkum í 30 ár. Trýr hann sjálvur upp á hetta, ella væntar hann bara at vit gera tað?
Rundast kann tó ikki av, fyrr enn tú hevur nevnt triðja hornið í samgongutríkantinum, nevniliga Sambandsflokkin. Ein flokkur hvørs formaður fyrst helt, at tað var frálíkt og ein stórsigur fyri rættvísi sum heild, at fyrrverandi irakski einaræðisharrin var avrættaður, seinri segði hann seg verða í móti deyðarevsing, men helt allíkavæl at man átti at kunna avrætta summi fólk, sjálvt um deyðarevsing undir ongum umstøðum skal at vera loyvd. Var tað nakar, sum nakrantíð skilti, hvat maðurin veruliga meinti, ella nakar sum man ivast í hvaðani Pipar og Salt fáa sín íblástur?
Beint í hølunum á honum er sjálvur næstformaðurin í flokkinum, sum hevur prógvað, at hann er føroyameistari í at taka prinsipiellar og átrúnaðarligar avgerðir uttan at tað fær nakra persónliga avleiðing fyri hann sjálvan. Seinast tá hann orsaka av 266b tók seg úr samgonguni, tó uttan at siga nakran av álitissessum sínum frá sær, hvørki í flokkinum, ella í tingnevndunum. Størri politiskur pínslarváttur er nokk neyvan sæddur í Føroyum fyrr.
Sjálvt um man er grundleggjandi ósamdur við Karsten Hansen, sum tók seg úr Tjóðveldisflokkinum av somu orsøk, so má man hava virðing fyri, at maðurin vísti rygg og veruliga tók allar avleiðingarnar av avgerð síni. Ein avgerð sum kravdi annað av manninum, enn at hann meldaði avboð til onkran kaffifund á kontórinum hjá profetinum í Tinganesi.
Eru hesar eygleiðingar nakað, sum eigur at geva okkum føroyingum orsøk til størri høvuðbrýggj? Er tað veruliga so, at vit sum fólk og sum tjóð bert eiga at yppa øksl og siga “tað má nokk fara at ganga”, ella eiga vit at ásanna, at fólkaræði okkara ber greið tekin um forfall, og at tørvur tí er á grundleggjandi broytingum, áðrenn tað er ov seint? Er tíðin ikki komin til at gera upp við hesa líkasælis–doktrin, sum tykist valda í ovastu rókunum í føroyskum politikki, er tíðin ikki komin til at vit slá nevan í borðið?
Eg skal tó ikki pástanda, at eg eri fyrsti maður sum hevur gingið við hesum tonkum um føroyskan politikk, og vil tí lata Jóannes Patursson enda við 11. ørindi í yrkingini Í døpurhuga:
Um tægr tó og blóðsdropi eftir
er enn av norrønum slag´,
so hevja upp orðið,
og sláið í borðið:
“Vit tola ikki longur hetta lag.”