Erla-Maria Jørgensen er ein føroyskur sniðgevi, sum dagliga framleiðir hálsketur, armbond, oyraringar og prýði til føroysk klæði.
Erla-Maria er 26 ár, og hevur havt áhuga fyri smúkkum síðani í 2003. Tá ið áhugin vaks, valdi Erla-Maria at melda seg til kvøldskúla í Tórshavn innan silvur og steinslíping. Síðani hevur hon tikið eitt ára grundútbúgving sum gullsmiður á Tekniska Skúlanum í Keypmannahavn.
Erla-Maria hevur arbeitt á verksmiðjuni hjá Niels L. Arge, og á Jigsaw, sum er í Vejle í Danmark.
Nú starvast hon á egnari verksmiðju í Tórshavn,og hevur framleitt egið tilfar í okkurt um tvey ár.
Erla-Maria staðfestir, at gjøgnumgangandi stílurin hjá henni nevnist hamarsligið. Henni dámar væl at seta rátt og klassiskt saman eitt nú hamarsligið og eina klassiska svarta perlur ella stein.
Íblásturin fær Erla-Maria nógva staðni. Eitt nú frá náttúruni, frá mótabløðum, og frá fólki, sum hon hittir á gøtuni.
-Tað ráða lookið er dominerandi. Fleiri sniðgevar nýta leður og silvur, sum er hamarsligið, oxydera ella rátt slípað, staðfestir Erla-Maria.
At seta tað ráða saman við tí fína er eisini nógv at síggja, sigur Erla-Maria.
Fólk vísa hennara smúkkum stóran áhuga. Fleiri seta henni spurningar og vilja hyggja nærri at smúkkunum.
-Fleiri biðja meg sniðgeva eina persónliga smúkku, sigur Erla-Maria.
Fyribils verða prýðini seld úr heiminum hjá Erlu-Mariu. Men møguleiki er fyri at bíleggja eitt sokallað smúkku-homeparty, har Erla-Maria vitjar, og greiður frá hennara smúkkum.
Áhugað kunnu seta seg í samband við Erlu-Mariu á [email protected] ella ringja 263102.