Rólant Waag Dam
- Skulu vit tosa um eitt gjøgnumbrot, so er hetta nokk tað. Tað sigur Bárður Háberg, sum saman við Óla Jógvanssyni hevur sangskrivaraverksmiðjuna Baroli Music. Teir hava skrivað eitt ótal av sangum, fleiri av hesum hava stórar poppstjørnur í eitt nú USA, Kina, Japan og Italia tikið til sín og útgivið, og umleið ein hálv millión eintøk av teirra sangum eru seld kring knøttin.
Nú hava teir enn einaferð tryggjað sær eina ómetaliga týdningarmikla avtalu. ”Liv & Maddie” er arbeiðsheitið á nýggjari skemtirøð, sum verður sýnd á Disney Channel í summar ella í heyst. Og tað eru menninir í Baroli Music, Bárður og Óli, sum hava gjørt eyðkennislagið til hesa røðina.
Hetta er greitt eftir fleiri drúgv útveljingarumfør, har lagið ”Better In Stereo” hjá Bárði og Óla hevur verið í beinleiðis kapping við fleiri av førandi sangskrivarunum í Los Angeles, sum vanliga gera tilfar og tónleik til Disney.
- Hetta hevur verið ein drúgv tilgongd, tí í Disney eru tað so sera nógvar deildir, sum hava sítt at skula sagt. Eitt eyðkennislag er í stóran mun ein brandingarspurningur av sendirøðini, og tí skulu allir partar hoyrast, greiðir Bárður frá.
Fyri hálvumøðrum mánaði síðani fingu teir í Baroli Music at vita, at lagið teir høvdu gjørt, taldist millum tey, ið vóru upp á tal sum eyðkennislag til nýggju sendirøðina.
- Síðani fingu vit at vita, at vit taldust millum fýra tey síðstu, trý tey síðstu og at enda bara tvey tey síðstu. Tá var tað ringt at trúgva, at okkara varð valt fram um øll hini.
Fíggjarligan týdning
Bárður Háberg og Óli Jógvansson hava áður greitt frá, at tað er ógvuliga ymiskt nær og hvussu pengarnir fyri ávísar framleiðslur, teir hava gjørt, fella. Men við avtaluni við Disney Channel er greitt, at taksametrið fer at telja munandi skjótari nú.
Hvørja ferð ein partur verður sendur ella endursendur, so verður lagið hjá Baroli Music spælt. Og tað merkir, at tað fellur ein ávísur partur í kassapparatið hjá Bárði og Jógvani.
- Hetta átti í øllum førum at givið okkum eitt gott fíggjarligt grundarlag at arbeiða víðari frá, sigur Bárður.
Sendirøðin verður í fyrsta umfari send í USA, men síðani verður hon eisini at síggja á hinum umleið 40 Disney-rásunum, sum eru kring knøttin.
Annað samstarv við Disney
Avtalan, sum Baroli Music hevur gjørt við Disney Channel, er ikki einasta samstarvið millum føroyingarnar og stóru altjóða fyritøkuna. Í summar fer Disney at brúka lagið ”Future Sounds Like Us” í samband við eitt stórt lýsingarátak. Hetta er eisini eitt lag, sum Baroli Music hevur skrivað og framleitt, og sum var við á eini soundtrackútgávu, ið herfyri lá nummar 26 á Billboard200 listanum í USA. Á somu útgávu høvdu teir eisini eitt annað lag við. Hetta er í sjálvum sær ógvuliga stórt, men nú hava Baroli-menninir so yvirhálað seg sjálvar við avtaluni um eyðkennislagið.
Áður hevur Baroli Music eisini samstarvað við Disney-stjørnuna Stefanie Scott, ið hevur ein av høvuðsleiklutunum í Disney-sendirøðini ”A.N.T Farm” og hevði ein høvuðsleiklut í filminum ”Frenemies”, sum eisini varð vístur á Disney-rásini. Samstarvið við Stefanie Scott fevndi millum annað um sangirnar ”FYI” og ”The Girl I Used To Know”, ið Baroli Music skrivaðu og framleiddu.
Avtalur sum hesar og tann, sum Baroli Music nú hevur gjørt um at gera eyðkennislagið til nýggju Disney-sendirøðina, eru ómetaliga avgerandi, tí amerikanski marknaðurin er heimsins størsti.
- Men eingin er betri enn seinasti sangurin, sum tey hava gjørt. Heldur ikki ein maður sum Timbaland. Tað er eisini galdandi fyri okkum, sigur Bárður Háberg.
Baroli Music samstarvar sum er við altjóða viðurkend feløg sum Universal Music, The Kennel Publishing, Avex, Sony og Phrased Differently.