Færri fólk skulu sjúkrameldast

Fleiri fólk skulu halda fram at arbeiða, hóast tey eru sjúk – tað snýr seg bara um at finna rætta arbeiði

Hetta kann vera ein máti at loysa ávísar trupulleikar  hjá fólki í sambandi við arbeiði.

 

Í kommunulæknafelagnum taka tey undir við uppskotinum, Fólkaflokkurin hevur lagt fyri Løgtingið um at broyta endamálið við læknaváttanum í sambandi við sjúku ella skaða.

 

Higartil hevur endamálið við læknaváttanunum bara ber at melda ein arbeiðstakara sjúkan. Men Fólkaflokkurin skjýtur nú upp, at tá ið læknin skrivar eina slíka váttan, skal hann samstundis eisini meta um, hvat arbeiði arbeiðstakarin er førur fyri at gera, hóast hann er sjúkur, ella hevur fingið skaða. 

 

Kommunulæknafelagið heldur, at hetta kann eisini vera ein máti at loysa trupulleikan, tá ið arbeiðsførleikin hjá einum arbeiðstakara verður skerdur, sigur Marjus Dam, formaður í felagnum.

 

Í hesum sambandi skal læknin meta um, hvat arbeiðið, viðkomandi er førur fyri at gera, og so kunnu arbeiðsgevari og tann sjúki tosa saman um, hvat arbeiði viðkomandi kann røkja eitt tíðarskeið til hann verður frískur aftur.


 

Hinvegin ger Kommunulæknafelagið eisini greitt, at er talan um størri skaða, ella álvarsliga sjúku, verður viðkomandi sjúkrameldaður heilt, ella partvís.

 

Kann ein arbeiðstakari ikki gera tungt arbeiði, kann møguleikaváttanin gera, at ber til at flyta viðkomandi til eitt annað arbeiði ið hann er førur fyri at klára. Í hvussu so er kann tað lata seg gera á summum arbeiðsplássum.

 

Men felagið ásannar kortini at í hesum sambandi kunnu trupulleikar taka seg upp, tá ið talan er um heilt smá arbeiðspláss, har tað ikki ber til at flyta ein persón til annað arbeiði enn hann hevur havt.


 

Kommunulæknafelagið heldur kortini, at verður ein slík skipan sett í gildi í Føroyum, hevði tað verið hent at eftirmett hana tá ið ein tíð er farin.