Færri ferðafólk men størri vinning

Norröna hevur flutt færri ferðafólk í ár sammett við í fjør, men Smyril Line hevur fingið størri vinning burtur úr hvørjum ferðaseðli

Status fyri flutningin av ferðafólki í ár hjá Smyril Line er, at Norröna hevur flutt færri ferðafólk í ár sammett við árið í fjør. Hinvegin hevur felagið havt størri vinning av hvørjum ferðaseðli í ár.

Tað kemst sjálvandi av, at Smyril Line hevur hækkað prísin á ferðaseðlum.

- Hetta er so ein orsøk til, at vit hava havt færri ferðafólk. Ein onnur orsøk er fíggjarkreppan, sum hevur rakt alt Europa, íroknað Ísland, sigur Jákup Sverri Kass, marknaðarleiðari á Smyril Line.

Tað er serliga juli mánaði, sum er drúgvur hjá Smyril Line. Tá er kapasiteturin ikki nóg stórur, serliga á Danmarkarleiðini.

- Tað hevði verið ynskiligt, at útlendingar nýttu Noreg og Skotland sum útgangsstøði á ferðunum til Íslands, í staðin fyri at nýta Danmark. Tað er nakað, sum vit fara at royna at ávirka, so Danmarkarleiðin kann gerast meiri leys av Íslandsleiðini, sigur Jákup Sverri Kass.

Hann sigur, at Ísland er ógvuliga vældámt sum ferðamannaland, og at Føroyar halta eitt sindur aftan á í so máta. Vit eru meiri ókend, heldur hann.

 

Størri útreiðslur

Tað, at ferðaseðlaprísurin er hækkaður, hevur merkt talið á ferðandi, sum er nakað minkað. Hetta merkir so aftur, at umborðsølan er minkað samsvarandi.

- Talið á ferðandi er minkað 5 til 7 prosent, men hækkaði ferðaseðlaprísurin merkir, at vit hava umleið 7% størri vinning í mun til í fjør, hóast minkaða umborðsølu, sigur Jákup Sverri Kass.

Hann sigur, at Smyril Line koyrir eftir einari strammari fíggjarætlan, og tað er eingin loyna, at oljuprísurin er ein munandi størri útreiðsla, enn framman undan mett.

- Vit koma at hava einar 10-12 milliónir krónur í meirútreiðslu av olju, enn vit høvdu roknað við, sigur Jákup Sverri Kass.

Hartil kemur so, at sambært Karsten Hansen, fíggjarmálaráðharra, so verður ikki loyvt at innflyta sigarettir tollfrítt eftir 1. oktober, og tað fer at merkja eina minni sølu umborð, sum fer at kosta Smyril Line einar seks milliónir krónur í minni inntøku.

- Útmeldingarnar eru eitt sindur mótsigandi. Karsten Hansen boðar frá, at sølan av tollfríum endar 1. oktober, meðan Bjørt Samuelsen sigur, at málið skal viðgerast nærri, áðrenn nøkur endalig støða verður tikin, sigur Jákup Sverri Kass.

Við hesum slær hann fast, at fyritreytirnar at røkija ferðamannaflutning í Norðuratlantshavi í hvussu er ikki eru batnaðar.