ÍF skal varðveita oddasessin

Fyrr í vikuni vann ÍF tryggan sigur á Fram í Hoyvík. Nú møtast liðini á Kambsdali í fyrsta umfari av endaspælinum, og Fram skal vísa aðrar taktir, um teir skulu basa ÍF

FLOGBÓLTUR

Nú er grundspælið farið aftur um, og liðini í meistaradeildini hjá monnum kunnu byrja at hugsa um endaspælið. Nú telja stigini veuliga, og tí er umráðandi hjá øllum at fáa eina góða byrjan.
Longu í fyrsta umfari verður toppdystur á skránni, tá oddaliðið, ÍF, tekur ímóti Fram á Kambsdali. Undan dystinum liggur Fram á triðja plássi, og bert trý stig eru á muni á liðunum.
Gongdin hjá ÍF hevur verið sera góð í ár. Longu frá fyrsta dysti var greitt, at ÍF ætlaði sær at enda í oddinum í ár. Teir vunnu fyrstu fýra dystirnar, so taptu teir fyri Mjølnir, men eftir hetta hava teir vunnið allar dystirnar. Teir gjørdust eisini vinnarar av grundspælinum í bestu mansdeildini.
Hjá Fram evur hinvegin ikki gingið heilt eftir vild. Undan kappingini var nógv væntað av Fram, og teir hava eisini partvís livað upp til vónirnar. Teir liggja á triðja plássi, men gongdin kundi verið betur. Nú er endaspælið tó byrja, og stigini hjá feløgunum eru hálverað, so nú hevur Fram ein góðan møguleika a leika seg longur fram á stigatalvuni.
Hesa bæði liðini hava eisini møtt hvørjum øðrum tvær ferðir fyrr í ár, og í báðum førum vann ÍF rættilga trygt. Fyrsta dystin vunnu teir 3-1 á Kambsdali, meðan seinni dysturin var fyrr í vikuni, har ÍF vann 3-0 í Hoyvíkshøllini.
Fram fær tó ein møguleika at minka um munin up til ÍF. Kravið er tó ein sigur á Kambsdali, tí vinna teir ikki, so er munurin helst ov stórur upp til ÍF. Hjá ÍF ræður um at vísa spælið, sum teir hava víst síðstu dystirnar, tí teir mugu undir øllum umstøðum metast at vera favorittar.